Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sanna Svarvadal | Mynd: ki.fo

- Vit skulu verða tryggari á bóltinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2026 - 23:11 Ítrottur Tíðindi

Sanna Svarvadal er liðskipari á KÍ liðnum og hon hevur góðar vónir til oddadystin í Meistaradeildini í morgin ímillum KÍ og HB

 

Norðlýsið setti Sannu Svarvadal stevnu undan oddadystinum í Meistaradeildini í annaðkvøld. Vit spurdu hvussu kvinnurnar fyrireika seg til dystin:

- Vit eru spentar til dystin í annaðkvøld. Vit hava fyrireikað okkum væl til dystin. 10 leikarar í hópinum hava verið burturstaddar við landsliðnum seinastu tíðina. Hesa vikuna hava vit verið savnaðar aftur í Kí-hópinum og hava hugsavnað okkum um føroysku kappingina og arbeitt við teimum taktisku prinsippunum, sum vit skulu út at fremja á vøllinum, sigur Sanna.

- Vónirnar eru góðar. Seinast vit møttu HH, endaði dysturin við javnleiki, har vit leikliga vóru omaná, hóast vit ikki vóru heilt nøgdar við okkara avrik hendan dagin, sigur liðskiparin.

- Hesaferð skulu vit verða tryggari á bóltinum og standa sterkari í verjustøðu, og vit hava góðar vónir um, at hetta fer at eydnast okkum væl til dystin í morgin, sigur Svanna. 

- Vit hava ein breiðan og sterkan hóp, sum er væl fyri, og allir leikararnir eru klárir til dystin í morgin, so vit eru væl fyrireikaðar og hava góðar vónir, sigur Svanna Svarvadal við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið