Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan um blusuna hjá Mexico
Meksikanska landsliðið kallast fyri El Tri, sum vísir til teir tríggjar tjóðarlitirnar: grønt (fyri vón), hvítt (fyri sameining) og reytt (fyri blóðið hjá hetjunum). Tað eru eisini teir litirnir, sum meksikanska landsliðið letur seg í, tá teir skulu spæla, men mest áhugaverd er ørnin í búmerkinum
Søgnin sigur, at “Mexica”-fólkaslagið, sum varð kallað fyri “aztekararnir” av teimum sponsku hertøkumonnunum, fingu boð frá einum av gudum teirra, Huitzilopochtli, um at rýma úr heimlandi teirra Aztlán í Norðurmexico og at seta búgv, har tey funnu eina ørn sitandi á einum kaktusi og í holt við at eta eina slangu. Átta ættarbólkar reikaðu í tvey hundrað ár til dagin, tá spádómurin endiliga gekk út.
Fjakkararnir bygdu Tenochtitlan í 1325, sum gjørdist høvuðsstaðurin í einum máttmiklum heimsveldi, ið fevndi um Texas har norðuri til Honduras har suðuri. Hóast Mexico syndraðist tann 13. august 1521 og hóast byggingina av fleiri stórum sponskum bygningum, so var frumsøgnin ein so stórur partur av lívinum hjá teimum flestu meksikanarunum, at hon tann dag í dag sæst í tjóðarflagginum og á teimum blusum, sum verða brúktar av El Tri.
Tá tjóðarflaggið verður vundið í húnar hátt, tá leggur hvør einstakur leikari sína høgru hond yvir á vápnamerkið við lógvanum niðureftir við vón um, at eitt sindur av aztekaragandi fer at bera eydnu við sær í dystinum, sum stendur fyri framman.