Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag við glíming
Koyrir tú framvið Hvítu Húsunum í Washington í dag, minnir tað um at koyra framvið Vágsbøi nakrar dagar áðrenn Summar Festivalin. Á grasøkinum frammanfyri Hvítu Húsini er nevniliga reist eitt stórt sokallað UFC-búr, har glíming skal fara fram, sum partur av einum hátíðarhaldi hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, sum sama dag fyllir 80 ár.
UFC stendur fyri Ultimate Fighting Championship og er heimsins størsti felagsskapur fyri blandaðar bardagalistir, vanliga nevnt MMA. Ítróttafólkini brúka teknikkir úr eitt nú boksing, judo, wrestling, jiu-jitsu og kickboksing, meðan tey berjast inni í einum áttakantaðum búri.
Trump hevur leingi verið kendur sum stórur fjeppari av UFC og hevur eitt tætt samband við Dana White, sum stendur á odda fyri UFC. Sambært Trump skal tiltakið vera ein partur av teimum stóru Freedom 250-hátíðarhaldunum, sum fara fram kring USA í sambandi við 250 ára stovningardagin hjá landinum.
Sambært amerikonskum miðlum verður væntað, at fleiri túsund áskoðarar fara at vera til staðar.
Trump hevur sjálvur skemtiliga sagt, at UFC-búrið kanska eigur at vera verandi frammanfyri Hvítu Húsini, og samanber tað við Eiffeltornið, sum upprunaliga eisini skuldi takast niður, men endaði við at gerast eitt varandi eyðkenni í París.
Ikki øll eru líka hugtikin av ætlanini. Kritikarar halda, at Hvítu Húsini eiga at varðveita eina meira virðiliga støðu sum heimið hjá landsins forseta, meðan stuðulsfólk hjá Trump síggja tiltakið sum eitt dømi um, hvussu hann megnar at gera politikk meira fólksligan og undirhaldandi.
Ætlanirnar eru tó komnar undir nakað av trýsti, tí ein løgfrøðiligur felagsskapur hevur stevnt stjórnini og biðið ein dómara steðga tiltakinum. Sambært stevningini er UFC-kappingin ikki eitt veruligt hátíðarhald fyri USA, men heldur ein marknaðarføring av UFC og eitt hátíðarhald av 80 ára føðingardegi hjá forsetanum.
Gongur alt sum Trump ætlar tað, verður tiltakið hildið frammanfyri Hvítu Húsini nú sunnudagin, tá hann fyllir 80 ár.
So er spurningurin um vit fara at síggja glíming, neytalortakapping ella okkurt heilt triðja niðri í Tinganesi í februar mánaða næsta ár, tá ið okkara løgmaður skal hátíðarhalda sín 30 ára føðingardag.