Kirstin leitar eftir familju sínari í Føroyum
Abbi mín kallaðist Daniel Eli Olsen og eg vóni at onkur kann siga mær meira um míni ættarbond í Føroyum, sigur Kirstin Allenby úr Grimsby
Vit fingu eina forkunnuga vitjan ígjár, tá eitt par úr Grimsby kom á gátt. Kirstin og Dale Allenby eru komin eina ferð til Føroyar at njóta nakrar frídagar.
Men tað er eisini ein onnur orsøk - Kirstin hevur ættarbond til Føroyar. Abbi hennara kallaðist Danel Eli Olsen, hann andaðist í 1992, sigur hon.
Kirstin veit ikki nógv um slektina í Føroyum og tískil hevði hon verið meira enn fegin, um vit kundu hjálpt henni við at funnið slóðina. Tað gera vit fegin.
Síðani prátið hava vit gjørt nakað av rannsóknararbeiði. Daniel Eli Olsen varð føddur í 1918 og andaðist sum sagt í 1992. Foreldur hansara vóru Daniel Jóhan Olsen (f. 1886 - d. 1935) og Anna Sofía Elisabeth Olsen, fødd Thomsen ( f.1884 - d. 1948).
Fólk sum vita um hesa slektina kunnu seta seg í samband við okkum á info@nordlysid.fo og so kunnu vit seta tykkum í samband við Kirstin.
Hoyr samrøðuna niðanfyri. Hon er á enskum.