Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur ræðufilmur slær met

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  13.06.2026 - 10:18 Tíðindi

Ein nýggjur ræðufilmur við heitinum “Obsession” hevur seinastu vikurnar tikið filmsheimin á bóli.

Filmurin, sum varð framleiddur fyri einans 750.000 dollarar, hevur nú skavað meira enn 230 milliónir dollarar inn í biografum kring heimin og er vorðin mest inntøkuskapandi filmurin nakrantíð hjá framleiðaranum, Focus Features.  

Um man samanber framleiðslukostnaðin við inntøkurnar, er hetta eitt av bestu úrslitunum í filmssøguni og setir hetta filmin í sama bólk sum klassiku ræðufilmarnar The Blair Witch Project (útg. 1999) og Paranormal Activity (útg. 2007), sum eisini kostaðu lítið at framleiða, men endaðu við at fylla biografar kring allan heimin.

Obsession er skrivaður og leikstjórnaður av 26 ára gamla Curry Barker, sum frammanundan var mest kendur fyri sítt virksemi á YouTube. 

Filmurin snýr seg um unga mannin Bear, sum er forelskaður í arbeiðsfelaga sínum, Nikki. Tá hann fær fatur á einum yvirnatúrligum luti, sum kann uppfylla eitt ynski, ynskir hann, at Nikki skal elska seg meira enn nakran annan. Ynskið endar við at fáa óhugnaligar fylgjur, og søgan mennir seg til ein myrkan ræðufilm um tvang og vandan við at fáa alt tað, ein ynskir sær.

Tað serliga við Obsession er, at áskoðaratalið ikki er minkað nógv frá viku til viku. Tvørturímóti vaks inntøkan óvanliga nógv aðru og triðju vikuna eftir frumsýningina, nakað sum næstan ongantíð sæst í filmsheiminum. Ein av orsøkunum kann vera, at ymisk brot úr filminum hava fingið stóra útbreiðslu á sosialum miðlum, sum hevur skapt uppaftur størri áhuga frá fólki.

Nú verður mett, at filmurin kann enda við at vinna umleið 300 milliónir dollarar inn, áðrenn hann kemur út á stroymingartænastur.

Tíverri ber ikki til at síggja filmin í Atlantis sála, men kanska ber til at síggja filmin aðrastaðni í landinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag