Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Leirvík

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen  |  13.06.2026 - 12:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Jógvan Elias á laksaveiðu við Rangá í Íslandi knapt 90 ára gamal

 

Var á veg til Leirvíkar í morgun at vitja á fiskavirkinum Norfra. Ætlanin var so seinnapartin at fara inn á gólvið hjá Jógvan Elias, nú hann lá veikur heima í síni egnu stovu, og tað lækkaði ímóti endanum á hansara foldarlívi.

Koyrdi ígjøgnum Eysturoyðartunnilin og komin umleið hálva leið, nú “dingar” í telefonini. Komin úr tunlinum  á eystursíðuni steðgi eg bilinum at vita, hvat telefonin vildi.  Jú, eitt sms frá Ingvardi: “Jógvan er farin!”. Stóð stillur eina løtu meðan tankarnir reikaðu og eg mintist, hvussu nógv vit høvdu havt saman seinastu 50-60 árini sum nevndarlimir í ymiskum feløgum.

 Ja, eg sat lútandi eina góða løtu og hugsaði um tær skiftandi tíðir, vit høvdu upplivað saman - ja, heilt frá svartastu niðu og ráðaloysi fyrst í 1990 árunum, har tað var, sum at sigla norður ígjøgnum Andøvsíðuna í Leirviks- fjørði í óndarveðri av útnyrðingi.  Í hesum tíðum stóð Jógvan  stinnur sum ein kappi og var altíð  klárur at taka eitt tak aftrat.

Men sanniliga vóru eisini góðar løtur at minnast, aftur á, tá nýggj skip komu til bygdina, ella skipini komu fullødd norður ígjøgnum  fjørðin av fiskimiðum.  Ja, soleiðis reikaðu hugsanirnar hesa stuttu løtu, áðrenn eg koyrdi aftur.

Koyrdi so víðari til eg sá  ein spegilsblankan  Leirviks fjørð, fyri framman -   ja silvitni, men Leirvík var broytt - ikki tann sama;  “Tí Jógvan er farin!”

At fara at viðgerða lívið hjá Jógvan Elias og tað, sum hann hevur útint hesi mongu ár, er ikki møguligt í hesi grein. Men har er sjón fyri søgn í bygdini um, hvat Jógvan hevur útint, sum er rættiliga talandi, ja, heilt frá fjørðu til fjalls.

Tá Jógvan fylti 90, skrivaði eg stutta grein um lív hansara, og fari eg tí ikki at endurtaka tað aftur her.

Nú eru allar okkara hugfarsligu ferðir hjá Ingvardi,  Jóan Magnusi og mær sjálvum saman við Jógvan Eliasi, heilt frá  næstan uppi á toppinum á Jung Frau í Sveits, til allar laksatúrarnar  í stóráum í Íslandi og krokkspæli á vøllinum, sum Jógvan Elias hevði latið gera niðan fyri barnaheimið hjá sær í Leirvík, minnir, sum eru verd at goyma.

Góði Jógvan, nú oyrað ikki longur hoyrir, vil eg – við einum ørindi úr eini av tínum egnu yrkingum takka tær fyri siglingina yvir eitt skiftandi lívshav:

Vit skylda okkar’ fedrum

at flyta førning fram

til eftirtíð at minnast

hvør bygdi hetta land

tey tún og teigalendi

tú ferðast dagligt á

tað góvu okkar’ fedrar

at byggja framtíð á

 

Ærað verði minnið um Kristiannu og Jógvan Elias Joensen Í Leirvík

 

Osmund Justinussen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…