Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Verkætlanin “Fipur til Heimið” er ikki steðgað, men er tillagað fyri at tryggja eina betri fíggjarliga loysn. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá løgtingsmanninum Bill Justinussen
Sambært svarinum eru higartil grivnar umleið 10.900 rørleiðingar til húski og fyritøkur kring landið. Av hesum eru umleið 6.000 fipursambond virkin, meðan umleið 4.900 enn ikki eru sett til. Samstundis resta umleið 10.000 húski og fyritøkur at fáa rørleiðingar lagdar.
Ein høvuðsorsøk til tillagingina er, at kostnaðurin hevur verið hægri enn væntað. Upprunaliga varð mett, at hvør innlegging fór at kosta undir 20.000 krónur, men kostnaðurin nærkast nú 30.000 krónum fyri hvørt húski.
Føroya Tele og NET arbeiða nú við at fáa verandi innleggingar virknar og flyta kundar av koparnetinum yvir á fipurnetið. Higartil hevur verkætlanin kostað umleið 270 milliónir krónur.