UV vísitølini á heimasíðu hjá Veðurstovu Føroya
Nú er tann ljósa árstíðin aftur, og nógv okkara dáma væl at liggja undir sólini. Eisini eru tað nógv, sum leita sær til suður í heitari lond at sóla sær. Men tað er ikki vandaleyst – tað kann gerast upp í tølum, og tey standa nú á heimasíðu hjá Veðurstovuni.
Ein grein stóð á heimasíðuni hjá Veðurstovuni í fjør um, hvat UV-geisling er, og hvat hon kann gera við húðina. Grundlógardagin í ár var húðlækni í útvarpinum og greiddi frá tí sama. Hann ávaraði ímóti at liggja ov leingi undir sólini, og at sólin var vandamiklast á middegi og nakrar tímar fram.
Á heimasíðuni, vedur.fo sæst ovast á breddanum vísitalið fyri UV-geisling. Myndin niðanfyri vísir støðuna seinnapartin í dag:
UV-vísitalið, klokkan 15 var 5,1 og er víst allarovast saman við einum appelsingulur prikki. Mesta geislingin í dag var 5,6, og í morgin og ovurmorgin eru tey 4,4 og 4,3, ávikavist.
Hvussu nógva UV-geisling vit kunnu fáa á okkum, er víst við tølum. Her er talvan, sum stóð á heimasíðuni hjá Veðurstovu í mai í fjør:
