Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC Nordsjælland U19

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  15.06.2026 - 10:05 Ítrottur Tíðindi

Kára Sigurðsson spælir til dagligt við U19 liðnum hjá FC Nordsjælland, hóast hon bert er 16 ára gomul. Í gjár tryggjaði hon, saman við millum øðrum Sáru Benjaminsen, sum eisini er úr Føroyum, danska meistaraheitið.

Í gjár fingu tey formelt handa steypið eftir at seinasti dysturin var leiktur, men FC Nordsjælland hevur verið flúgvandi í ár. Longu 4 umfør áðrenn seinasta dyst var greitt, at FC Nordsjælland fóru at gerast meistarar.

Kára Sigurðsson byrjaði sína yrkisleið í KÍ, og er dóttir til Oddbjørg og Rúna Sigurðsson. Kára hevur spælt 42 ungdómslandsdystir fyri Føroyar og hevur skorað 29 mál.

Sára Benjaminsen leikti í fjør við Skála í bestu føroysku deildini. Hon valdi eisini at fara til FC Nordsjælland fyrr í ár, har hon hevur ment seg enn meiri. 

Sára hevur leikt 46 dystir í bestu deildini í Føroyum.

Vit á Norðlýsinum ynskja Káru og Sáru hjartaliga til lukku við Danmarksmeistaraheitinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri