Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 og 2028

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv frá KÍ  |  15.06.2026 - 17:24 Ítrottur Tíðindi

Magnus Powell boðaði herfyri nevndini hjá KÍ frá, at hann ikki leingir sáttmálan við KÍ. Tí hevur nevndin arbeitt við at finna nýggjan høvuðsvenjara til besta liðið hjá monnunum.

Magnus Powell hevur staðið á odda fyri KÍ síðani 2025, og hevur ongan dyst tapt á føroyskari jørð. Harafturat hevur hann vunnið føroyameistaraheitið og løgmanssteypið í fjør. Tað eru 26 ár síðani KÍ vann greipuna seinast og í ár liggur KÍ fremst í deildini aftaná 13 umfør og um eina góða viku hevur felagið møguleika at vinna seg í enn eina løgmansfinalu.

- Eg njóti hvønn dag í Klaksvík og í KÍ, og eg ætli at gera arbeiðið ordiliga liðugt. Vit hava alt at spæla fyri í landskappingini og í kappingin um løgmanssteypið, og um stutta tíð skulu vit taka dystin upp í Champions League. Eg síggi fram til hesar uppgávur, og málið er at enda hetta kappingarárið sannførandi  og tryggja at felagið framhaldandi er í menning bæði í Føroyum og Evropa, sigur Magnus Powell.

Magnus undirstrikar, at avgerðin um at gevast er tikin í góðari tíð, so felagið hevur best møguleika at leggja framtíðina til rættis.

- Eg boðaði nevndini herfyri frá, at hetta verður mítt seinasta ár í KÍ, tí eg ynskti eg geva KÍ bestu møguleikar at finna nýggjan venjara í góðari tíð. Eg síggi fram ímóti at arbeiða víðari við leikarum og venjaratoyminum, so yvirgongdin verður smidlig og góð, so liðið far bestu fortreytir.

 

Vit hyggja fram í tíðina

Tummas Lervig, formaður í KÍ, er fegin um at felagið longu nú hevur avgreitt venjaraspurningin fyri komandi tvey árini. Hann vísur á, at tað hevur stóran týdning, at byggja víðari upp á góðu gongdina, sum felagið hevur verið í seinastu árini.

- Fróði er eitt sera kent navn í føroyska fótbóltsheiminum, og sum leikari hevur hann altíð gingið á odda. Vit eru sannførd um, at Fróði kann geva KÍ nógv, bæði við sínum royndum sum leikari og góða innliti hann hevur í fótbóltin.

- Vit royna allatíð at hyggja langt fram í tíðina, og fyrireika okkum best møguligt, so grundarlagið undir felagnum er sterkt. Tí eru vit eisini sera glað fyri, at Magnus Powell hevur boðað okkum frá í so góðari tíð.

- Magnus Powell hevur gjørt eitt fantastiskt arbeið í KÍ, sum vit hava verið sera væl nøgd við og errin av. At vinna greipuna í fjør var framúr, og liðið hevur ment seg nógv undir leiðslu av Magnus Powell og hansara toymi.

- Nú snýr tað seg um at enda kappingarárið sterkt, og klára okkum væl í Evropa, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

 

Fróði Benjaminsen gleðir seg til stóru uppgávuna

- Hetta verður ein sera spennandi og stór uppgáva. KÍ hevur klára seg sera væl undir leiðslu av Magnus Powell, og tað skulu vit byggja víðari uppá, saman við leikarum, venjaratoymi, leiðslu og hjálparfólkum.

2 ára sáttmáli er gjørdur við Fróða Benjaminsen, sum byrjar frá komandi kappingarári. Spurdur hvat hann skal fáa tíðina at ganga við fram til komandi kappingarár, so er Fróði greiður.

- Sjálvandi komi eg at fylgja eyka væl við KÍ komandi tíðina, og mítt fokus verður at fyrireika komandi kappingarár og samskifta við Magnus Powell, so vit fáa eitt gott fundament fyri framtíðina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…