Lýsing
Lýsing
Lýsing

Marknagil átti ikki at verði ein íløga á fíggjarlógini

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.04.2019 - 11:45 Eldri tíðindi Tíðindi

ÚR BLAÐSAVNINUM 2012: Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, fíggjarmálaráðharri og fyrrverandi formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, sigur at tað er eingin ivi um at íløgurnar sum landið ger hava stóran týdning fyri lokaløkini og at íløgan sum landið nú ger við Marknagil fær stóran týdning fyri høvuðsstaðin.

Anfinn Kallsberg, sum hevur  verið fíggjarmálaráðharri og sum hevur drúgvar royndir í føroyskum fíggjarpolitikki, sigur at tað er eingin ivi um at íløgurnar sum landið ger hava stóran týdning fyri lokaløkini og at íløgan sum landið nú ger við Marknagil fær stóran týdning fyri høvuðsstaðin.

 

Úr greinasavninum: Samrøðan er úr Norðlýsinum í januar 2012

 

Um hugt verður eftir roknskapunum seinastu tíggju árini ( roknskparárini 1999 til og við 2010) hjá landskassanum sæst at landið serliga hevur raðfest íløgur í miðøkinum og Suðuroynni.

 

Í tíðarskeiðinum 1999 til og við 2010 eru almennu íløgurnar deildar soleiðis:

 

                           mió.kr

Suðurstreymur 844,0

Suðuroy            741,0

Norðoyggjar   378,3 

Vágar             233,3

Eysturoy        185,7

Norðstreymoy 86,8 

Sandoy            76,1 

 

Raðfestingar

- Tá vit tosað um almennar íløgur skulu vit minnast til at ein stórur partur av hesum íløgum koma øllum borgarum til góða – líkamikið hvar í landinum tær eru gjørdar. Hóast skúlar og sjúkrahús eru lagd í ávísum økjum, so verða tey brúkt av borgarum úr øllum landinum. Tí skal ein verða sera varðin tá ein setur almennar íløgur upp móti hvørjari aðrari. Men tá tað er sagt er tað ein sannroynd at tað hevur avgerandi týdning fyri ymisku økini at tað almenna ger íløgur í økið.

- Taka vit økið eystan Múla sum dømi, so ivist eg onga løtu í at um politikarar í 50 unum og 60 unum ikki gjørdu stórar íløgur í tunnlarnar norður um fjall, so hevði økið alt sum tað er verið avtofta í dag. Og líka so týdningarmiki sum tann íløgan var tá, er tað í dag neyðugt at uppgradera hesa farleið til tað sum nútíðin krevur.

 

Havnin fingið bróður partin

Fyrrverandi løgmaður og formaður í fíggjarnevndini, heldur lítið um útsøgnina hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, har hann í sambandi við kjak um raðfesting av almennum íløgum sigur at Havnin er við at bløða út.

- Tølini siga greitt at Tórshavn og miðøkið sum heild hevur fingið bróðurpartin av almennu íløgunum og tað hevur sjálvandi týdning at stóru íløgurnar sum samgongan ætlar at gera í m.a. Skúladepilin við Marknagil verður framd. Men tað er samstundis eisini umráðandi at stóru íløgurnar í miðøkinum ikki verða gjørdar einsamallar ella at hesar verða gjørdar uppá bekostning av øðrum íløgum kring um í landinum.

- Íløgurnar sum tað almenna hevur gjørt í Norðoyggjum seinastu tíggju árini eru serliga farnar til Norðoyatunnilin og eina uppgradering av vegum og tunnlum í Kalsoynni – og  til havnabygging á Syðradali. Á skiftandi fíggjarætlanum er eisini peningur játtaður til farleiðina norður um fjall men enn er einki brúkt. Tað eina árið játtaðu vit 22 milliónir krónur – men ikki ein króna varð brúkt. Tað er sera týdningarmikið at løgtingið tryggjar sær at tær verkætlanir sum peningur verður játtaður til veruliga fara í gongd tí samfelagið hevur brúk fyri virkseminum.

 

Stóru íløgurnar forstýra 

Anfinn Kallsberg sigur at ein so stór íløga sum Markangilsdepilin er alt ov stór til at standa sum íløga á fíggjarlógini.

- Mínar royndir av politiska kjakinum um almennar íløgur er at stórar íløgur, sum eitt nú Marknagilsdepilin forstýra orðaskiftið.

- Tú byrjar við einum játtanar karmi og so fara allar trummur í gongd at larma. Ein rúgva av verkætlanum verða tveittar aftur og fram og endin er at løgtingið játtar pengar til verkætlanir sum í fleiri førum als ikki eru klárar. Soleiðis koma íløgur at standa á fíggjarlógini har peningurin als ikki verður brúktur. 

- Taka vit íløguna sum ætlanin er at gera í Skúladepilin við Marknagil so skulu játtast eini 90 til 100 milliónir fyri at verkætlanin skal fara í gongd og hetta er næstan helvtin av íløgu  orkuni hjá landskassanum. Tí havi eg fleiri  ferðir sagt at ein slík íløga átti at verið fíggja við lántøku og síðani afturgoldin yvir raksturin hjá skúlanum.

- Soleiðis vóru Tekniski Skúlin í Klaksvík og Handilsskúlin í Havn bygdir. At hava so stórar íløgur fíggjaðar sum íløga á fíggjarlógini órógvar alt ov nógv orðaskiftið og skerjir møguleikar fyri at fremja  aðrar íløgur.

 

Íløgurnar ganga  í bylgjum

Seinastu tíggju árini hevur landskassin gjørt einans 76,1 millión krónur í íløgum í Sandoynni.

- Sandoyggin er illa fyri men fert tú aftur í 80ini hevur tað almenna gjørt stórar íløgur í havnaviður skiftini. Og samanumtikið má ein siga at íløgurnar ganga líka sum í bylgjum tí hóast Suðuroyar Sjúkrahús seinastu tíggju árini bert hevur fingið 1,2 mió. kr. so er Sjúkrahúsið nýtt og tí vóru játtaðar nógvar mió. í 90unum til sjúkrahúsið í Suðuroynni.

- Soleiðis  er eisini við skúlabygging. Seinastu tíggju árini hevur landskassin ikki bygt nakran nýggjan skúla men í 90 unum vóru fleiri skúlar bygdir.

 

Ikki rætt at petta íløgurnar sundur

Anfinn Kallsberg sigur at royndirnar vísa at tað er rætt at raðfesta íløgur og so byggja skjótt.

- At játtað eitt lítið krónutal til nógvar verkætlanir er óheppin og bítur seg sjálvan í halan.

- Tað vísir seg nevniliga at tá man fyrst játtar eitt lítið krónutal fyri at fáa gongd á fleiri verkætlanir kemur alt upp í røkur árið eftir. Tí tá skulu so allar hesar verkætlanirnar hava meiri pengar, tí nú er projektera og klárt at byggja. Og so steðgar alt upp. Tí er tað rættast at man raðfestur færri íløgur og so byggir tær yvir styttri tíðarskeið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni