Alsamt fleiri íbúðir í Norðoyggjum
“Vit síggja, at bæði eldri og yngri fólk spyrja eftir íbúðum í Norðoyggjum, serliga í Klaksvík. Tí er tað hugaligt, at fleiri íbúðarverkætlanir eru framdar seinastu árini, og aðrar eru í gerð. Tá fólk flyta í íbúðir, leysgevur hetta ofta eini sethús, sum barnafamiljur spyrja eftir, og tað er at frøðast um, nú trýstið á marknaðin er so stórt”, sigur lokali sølumaðurin hjá Betri Heimi, John Daniel De La Cruz Guðjónsson.
Broytt bústaðarmynstur ávirkar bústaðarmarknaðin
Hóast vit hava fleiri búeindir fyri hvørt fólk í landinum í dag enn áður, eru færri búeindir fyri hvørt húski. Húskini gerast smærri og fleiri, og tað inniber, at fleiri møguligir keyparar ella leigarar verða fyri hvørja búeind.
Talið á búeindum í Føroyum er seinnu árini vaksið við hægri ferð enn fólkatalið. Í Suðurstreymoy er talið á íbúgvum pr. búeind fallið støðugt síðan 2016 orsakað av nógvari íbúðarbygging í høvuðsstaðnum. Í Eysturoynni, har flest íbúgvar eru fyri hvørja búeind, er lutfallið lækkað tvey ár á rað, og í Norðoyggjum er tað lækkað líðandi síðan 2021.
Hetta er jaligt, tí tað merkir, at fleiri búeindir eru fyri hvørt fólk í landinum. Tað skuldi gjarna havt við sær, at trotið á bústøðum, og harvið trýstið á bústaðarmarknaðin, minkar.
Húskitalið veksur skjótari enn fólkatalið
Bústaðarmynstrið í Føroyum er broytt seinnu árini. Húskini gerast smærri og fleiri, og tað hevur við sær, at talið á húskjum veksur lutfalsliga skjótari enn fólkatalið. Hetta sæst við, at talið á íbúgvum pr. húski lækkar.
Í Suðurstreymoy sæst gongdin týðiliga frá 2018. Tá vóru í miðal 2,9 fólk í hvørjum húski, meðan tað í fjør vóru 2,7 fólk í hvørjum húski. Í Norðoyggjum hevur gongdin verið meira líðandi, og í Eysturoynni hevur hon í fleiri ár verið tann øvugta, møguliga tí vantandi bústaðarmøguleikar hava gjørt tað trupult hjá ungum familjum at flyta í egnan bústað. Seinastu tølini benda kortini á sama rák sum í miðstaðnum.
Tað er neyðugt við fleiri búeindum
Demografiska gongdin inniber, at hóast talið á íbúgvum pr. búeind fellur, heldur talið á húskjum pr. búeind fram at vaksa. Tað skapar avbjóðingar fyri bústaðarmarknaðin. Tí um hvørt húski er ein møguligur keypari/leigari merkir tað, at fleiri keyparar/leigarar eru til hvønn bústað í landinum.
Mynd 3: Tøl frá Umhvørvisstovuni og Hagstovuni
Hyggja vit at grannalondum okkara, er tað ikki nakað nýtt fyribrigdi, at húskini gerast smærri og fleiri. Vit hava onga orsøk at halda, at gongdin verður øðrvísi í Føroyum. Tað kemst tí ikki uttanum, at tørvur er á munandi fleiri búeindum, um vit skulu avmarka bústaðartrotið, og harvið tálma prísunum, komandi árini.
Alsamt fleiri íbúðir í Norðoyggjum
Seinastu fimm árini eru bygdar 80 íbúðir í Norðoyggjum. Hesar hava allar verið eigaraíbúðir. Íbúðir umboða í dag 6% av øllum búeindum í økinum, og býtið millum eigaraíbúðir og leiguíbúðir er á leið 60%/40%.
Fleiri stórar byggiverklætlanir eru í gerð í Klaksvík. Millum annað verða bygdar 31 leiguíbúðir Við Sandin, 24 eigaraíbúðir Oman Valrætt, 13 raðhús á Fossum, 6 leiguíbúðir í Kirkjubrekku og 6 eigaraíbúðir Eystan Garð, har aðrar 10 júst eru lidnar.
“Vit síggja, at bæði eldri og yngri fólk spyrja eftir íbúðum í Norðoyggjum, serliga í Klaksvík. Tí er tað hugaligt, at fleiri íbúðarverkætlanir eru framdar seinastu árini, og aðrar eru í gerð. Tá fólk flyta í íbúðir, leysgevur hetta ofta eini sethús, sum barnafamiljur spyrja eftir, og tað er at frøðast um, nú trýstið á marknaðin er so stórt”, sigur lokali sølumaðurin hjá Betri Heimi, John Daniel De La Cruz Guðjónsson.
