Tað loysir seg fyri norðoyingar at velja lokalt
Okkum í Norðoyggjum tørvar at hava norðoyingar á tingi, sum veruliga vilja berjast fyri Norðoyggjar og ímóti ágangi aðrastaðni frá
Tað er, tá ið norðoyingar velja sterk, lokalpatriotisk umboð á ting, at tey fyri norðoyingar góðu úrslitini koma. Bæði hvat viðvíkir nýbrotum fyri økið, men sanniliga eisini, tá Norðoyggjar mugu verjast móti ágangi uttanífrá. Vælvildin úr miðstaðarøkinum er ongin, og í staðin koma mong álop haðani um at niðurleggja virksemi í Norðoyggjum. Okkum tørvar politikarar á Løgtingi, ið kunnu geva teimum svar upp á tiltalu
Frá landnámi av hava Norðoyggjar verið eitt sjálvstøðugt øki í Føroyum. Og í Norðoyggjum er tað privata drívmegin. J. F. Kjølbro byggir í 1910’unum og 1920’unum fyri egna rokning eitt havnarlag, og landsins elsti peningastovnur varð settur á stovn í 1919, tí tað manglaði kapitalur til at fíggja virksemi í Norðoyggjum. Har fekst heilt einfalt ikki peningur til vega frá øðrum fíggingarstovnum, og klaksvíkingar tóku søkina í egnar hendur.
At klára seg sjálvan merkir ikki at isolera seg, og næsti grannin hjá Norðoyggjum, Eysturoyggin, hava mangan tikið saman lógvatak. Eysturoyingar vóru hollir stuðlar, tá fyrsta sjúkrahúsið uttan fyri Tórshavn varð bygt og tikið í nýtslu. Okkara egni Símun av Skarði tók lógvatak saman við Rasmusi Rasmussen úr Vágum at stovna fyrsta skúlan í Føroyum, sum undirvísti á føroyskum, í Norðoyggjum. Hetta bar til góðum stuðli frá lokalum kreftum, eitt nú Föroya Bjór.
Undir Læknastríðnum stríddust klaksvíkingar manniliga ímóti miðstaðarkreftum og donskum herskipum, og vit vunnu ein sigur við at fáa lokala leiðslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað vardi tíverri bert til 2017, tá norðoyingar ikki vóru væl umboðaðir á Løgtingi.
Tað gav at bíta, tá lokala umboðanin við valdømum varð avtikin í 2007. Harvið varð skipanin við lokalari umboðan á tingi, sum vit høvdu havt síðani víkingatíðina, í roynd og veru upployst. Um sama mundið vórðu fiskiloyvini uppsøgd frá og við 1. apríl í 2018, og vit fingu ta fyri norðoyingar sera destruktivu Fiskivinnunýskipanina. Øki vórðu sett upp ímóti økjum, og Eysturoyggin og Norðoyggjar vórðu frávaldar av politiskum kreftum í miðstaðarøkinum.
Ofta er tað minni munur millum politikarar í ymiskum flokkum, enn tað er millum politikarar úr ymiskum økjum í landinum. Vit kunnu ímynda okkum ramaskríggið, um onkur skeyt upp við lóg bert at hava ein einstakan politiskan flokk. Tað gjørdu tey eystanvert Jarntjaldið. Men sjálvt har fór man ongantíð so vítt sum til at avtaka valdømini.
Vit sóu eitt dømi við, tá vinnulívið vildi geva lokaløkinum nakað aftur í formi av einum 3 Tesla MR-skannara til Klaksvíkar Sjúkrahús. Tá reistu 2 landsstýriskvinnur í Havn uggafjaðrarnar, og almenna Kringvarpið tilkallaði ein býráðslim í Havn at koma í studio at skíra tað oligarki. Hóast teirra egna sjúkrahús í Havn eisini hevði fingið skannarar doneraðar frá privatu vinnuni. Okkara lokalu umboð fóru í mótálop, og endin varð, at skannarin kom.
Kreftir í miðstaðarøkinum stríddust eisini dúgliga fyri at útihýsa øllum russiskum skipum úr Føroyum. Tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri Norðoyggjar, sum helst høvdu mist rættindini í Barentshavinum. Til tað var svarið úr Tórshavn bara, at vit bara kundu fiska okkurt annað í føroyskum øki. Sum um tað var lættasta søk í verðini at útgera Barentshavsflotan til annan fiskiskap. Men við at velja lokalt fingu vit avmarkað skaðan til eitt kompromis, sum tað at síggja til ber til at liva við, hóast ikki optimalt.
Søgan vísir, at tá Norðoyggjar bíða eftir vælvild úr miðstaðarøkinum, so kemur hon ikki. Tað er við at velja sterkar, lokalar røddir á ting, at tað munar. Í 3 áratíggju var neyðugt at gera ábøtur á farleiðina Norður um Fjall, og norðoyingar royndu nakrar ferðir at reisa málið um nýggjar, tíðarhóskandi tunlar. Men tað var sum at sláa í dýnu. Onki forstáilsi fekst úr miðstaðarøkinum.
Men í 2018 stundar so til eitt val, og tá byrja lokalu kreftirnar at larma. Tey hava innsæð, at sitandi landsstýrið ætlar sær heldur onki at gera. Ein desideraður tunnilsflokkur stillar tí upp til valið árið eftir, og norðoyapolitikarar í gomlu flokkunum leggja fram uppskot um at lata Norðoyatunnilin fíggja tunlarnar Norður um Fjall. Og í 2021 bar brádliga tað til, sum ikki bar til í 30 ár. Tunlarnir vórðu samtyktir, og í 2024 varð koyrandi ígjøgnum. Ein himmalvíður munur til stóran framburð fyri Norðoyggjar, men sum neyvan hevði verið komin enn, um ikki norðoyavalevni í 2018 og 2019 larmaðu og konfronteraðu passivitetin hjá Landsstýrinum.
Nú Nýskipanarnevndin er sett og farin í gongd, er umráðandi, at Norðoyggjar verja borg. Í áravís hava sentralar røddir mælt til at niðurleggja sjúkrahúsvirksemi í Klaksvík, og tað má ongantíð sleppa at gerast almenni politikkur Føroya. Okkum í Norðoyggjum tørvar at hava norðoyingar á tingi, sum veruliga vilja berjast fyri Norðoyggjar og ímóti ágangi aðrastaðni frá.
Gott løgtingsval, øll somul.