Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkapensjónin og fyritíðarpensjónin hækka við sama krónutali sum mánaðarlønin hjá arbeiðarum

SKRIVAÐ: Áhugabólkur Pensjónista  |  27.06.2026 - 07:21 Tíðindaskriv

Áhugabólkur Pensjónista fegnast um, at landsstýrið vil fara burtur frá verandi javningarleisti og heldur hækka fólka- og fyritíðarpensjónir við sama krónutali sum lønarsáttmálar.

 

 

 

Í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin verður nevniliga sagt um almannamál:

·      ”Um lønarsáttmálar í framtíðini verða givnar í krónum, eiga fólka- og fyritíðarpensjónir eisini at hækka við sama krónutali.”

Sambært Hagstovu Føroya liva 51,8 % av føroyskum fólkapensjónistum í fátækaváða (seinast uppgjørda fátækaváðamark 2024: 178.146 kr.)

Fólka- og fyritíðarpensjónirnar hava í nógv ár verið alt ov lágar. Árini 2014-2021 vórðu pensjónirnar als ikki javnaðar, men stóðu í stað.

 

Pensjónsupphæddirnar áttu at verið munandi hægri

Lønin hjá fastløntum arbeiðarum hækkaði 1. mei 2026 við 806 kr. um mánaðin (úr 28.151 kr. upp í 28.957 kr.)

Sostatt skal útgjaldið hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum árið 2026 eisini upp við somu 806 kr. um mánaðin at rokna frá 1. mei 2026.

Eftirsleipið hjá pensjónistum er tá ímillum 2.728 kr. og  4.272 kr. fyri 2026 (sí viðheftu talvur)

Fólka- og fyritíðarpensjónistar mugu í minsta lagi fáa hesa somu mánaðarligu pensjónshækkan sum arbeiðarar.

Ein hækking av pensjónunum, ið veruliga munar, eigur at lyfta tey, ið ringast eru fyri, úr fátækaváða.

Áhugabólkur Pensjónista heitir á Landsstýrið um longu á ólavsøku at halda orð og leggja fram uppskot um, at fólka- og fyritíðarpensjónirnar hækka við í minsta lagi sama krónutali sum hjá arbeiðarum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…