Lýsing
Lýsing
Lýsing
Atrium á KG. Røður vórðu hildnar meðan gestirnir lýddu á. KG er í heimsflokki! | Mynd: Ári Samson

Stásilig upplatingarveitsla á KG

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2026 - 09:53 Leiðarin Myndarøð Tíðindi Vinna

KG hotel skipaði fyri Tour de Chambre í gjár, har fólk fingu møguleika at síggja, smakka og uppliva alt tað góða sum KG hevur at bjóða, kryddað við røðum, konsertum og um ein ynskti, ja so eisini einari tattovering

 

Tá ið stórar ætlanir gerast til veruleika, er tað ofta tí, at nøkur fólk tora at síggja longur enn dagin í dag

Tað er ein heiður og eitt stórt privilegium fyri Klaksvík at hava fyritøkuna Christian í Grótinum í býnum. Ættin hjá Kristiani Martin Rasmussen er ein familja av slóðbrótandi visiónerum kappum við stórum alski til býin. Fyritøkan sær, hvat býnum tørvar, og ger nakað við tað – og tað í ovurmát.

Í skaldsøguni ”Tá ið eg havi málað summarhúsið” eftir Oddvør Johansen frá 2002, sum gongur fyri seg undir fíggjarkreppuni í nítiárunum, stendur á síðu 111: ”[I]nn eftir Pollinum stevnir tann fyrsti flaggskrýddi nýbygningurin í tíggju ár, Christian í Grótinum. Við hesum trolaranum hava norðoyingar aftur reist seg úr øskuni og síggja nýggjan dag rísa í eystri. [...] Teir [føroyingar] ætla at svara hvørjum sítt.” og harvið setti Christian í Grótinum punktum fyri elendigheitini í 90’unum.

Í hesum døgum letur glæsiliga KG Hotel dyrnar upp. Uppkallað eftir havnarkenningarmerkinum hjá Klaksvík og teimum skipum, sum í fleiri ættarlið hava borið býin fram. Ikki minst Rasmussen-ættin. Hotellið er staðsett á fremstu parkett í Klaksvík, og tað hevur heilt víst gjørt sítt til, at hotellið er bygt so flott og snøgt sum møguligt, og minnir tað nú um operahúsini í Keypmannahavn og Sydney ella Hørpuna í Reykjavík. Ein framúr sjón frá marina’ini í Klaksvík, har býurin bjóðar siglandi og vitjandi vælkomnum.

Fyri føroyingar og ferðafólk verður KG eitt trekkplástur, meðan fyri klaksvíkingar verður tað ein frístaður; eitt kærkomið avbrot í gerandisdegnum, har okkum ikki longur nýtist at droyma okkum burtur ella ferðast langvegis til hotell í heimsflokki. Við KG hava vit fingið tað í gongufrástøðu. Bygt í Føroyum. Rótfest í Klaksvík. Opið fyri heiminum. Tøkk skulu tit hava fyri tað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…