Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rótin á shortlist

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2026 - 13:15 Tíðindi

Herfyri bórust tíðindini um, at Rótin í Klaksvík var millum tey 53 uppskotini til Norðurlandaráðið um at fáa umhvørvisvirðislønina fyri 2026. Nú hevur ráðið valt tey 8 burturúr, sum eru nominerað til virðislønina – tann sonevnda ”shortlist” –, og Rótin er millum tey átta

 

 

Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri í Rótini, sigur við Kringvarpið, at tað er øgiliga stórt at verða tilnevnt, og at tað er ein viðurkenning fyri arbeiðið, sum Rótin ger á umhvørvisøkinum. Rótin virðismetir lokala, føroyska tilfeingið, og næmingarnir læra at fiska og haggreiða sín egna mat. Tað er tíverri ein sannroynd, at mong í dag annaðhvørt ikki hava stundir til ella ikki duga, at veiða og tilgera mattilfeingið í føroysku náttúruni.

Rótin hjá Rótini er húsarhaldsskúli, sum í dag er ein kreativur skúli, ið vísir føroyska umhvørvinum ans.

Virðislønin, ið er áljóðandi 300.000 krónur, verður latin á norðurlandaráðsfundinum í Helsinki tann 28. oktober, men vinnarin verður almannakunngjørdur longu 20. oktober

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…