Lýsing
Lýsing
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra føroyingar ólógliga?
Eitt vaksandi tal av føroyingum og ferðandi við bilum kunnu vera í einari ógreiðari støðu, uttan at vita tað
Vanliga B-koyrikortið gevur bert loyvi at koyra bil við loyvdari heildarvekt upp til 3.500 kilo. Samstundis eru fleiri nýggir elbilar vorðnir nógv tyngri orsakað av battaríunum – og summir koma upp um markið.
Tað merkir, at fólk í ringasta føri kunnu sita aftanfyri róðrið í einum bili, sum teirra koyrikort í útgangsstøðuni ikki fevnir um.
Í grannalondum verður hetta nú tikið upp. Ísland og fleiri evropeisk lond arbeiða við at laga reglurnar til tyngri elbilar.
Men í Føroyum er eingin broyting fráboðað.
Spurningurin er tí: Um samfelagið eggjar fólki at velja elbil – eigur tað so ikki eisini at tryggja, at reglurnar fylgja við?
Seinastu tíðindini