Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt skip í føroyska flotan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.06.2026 - 15:22 Myndarøð Tíðindi

Seinnapartin í dag varð nýggjasta skipið hjá Navigare Shipping, MV Hav Leiti, doypt í Harlingen í Hollandi.

 

MV Hav Leiti er fyrsta skipið av fýra systurskipum, sum Navigare Shipping letur byggja. Skipið er munandi størri enn tey skip, sum reiðaríið hevur í flotanum í dag. Tað er 89,98 metrar langt, 15,45 metrar breitt og hevur eitt bruttotonsatal á 3.984 BT.

Skipið er eitt sonevnt General Cargo-skip, og stórur dentur er lagdur á umhvørvisvinarligar loysnir, grøna orkunýtslu og at minka um útlátið. Maskinaríið er diesel-elektriskt, og skipið verður rikið við fýra el-motorum. Eisini er gravimaskinan á dekkinum el-rikin, sum er við til at minka um bæði orkunýtslu og útlát.

Við hesum nýbygningi tekur Navigare Shipping enn eitt stig í menningini av einum nútímans og burðardyggum skipaflota.

Hini trý systurskipini verða eftir ætlan latin og sett í flotan í 2026 og 2027.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…