Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnuætlanin fyri Klaksvíkar kommunu til almenna hoyring 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2026 - 13:11 Tíðindi Vinna

Ferðavinnuætlanin fyri Klaksvíkar kommunu liggur til almenna hoyring frá á miðdegi í dag, 26. juni, og 14 dagar fram

 

Tað er Landsstýrið, sum hevur álagt øllum kommunum at gera eina ferðavinnuætlan. Allar kommunurnar í Norðoygjum, undantikið Fugloyar kommuna, hava valt at samstarva um ferðavinnuætlanirnar og hava givið Visit North ábyrgdina av at samskipa arbeiðið og bera ferðavinnuætlanirnar á mál.

Ferðavinnuætlanin er ein liður í at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum á ein skipaðan, burðardyggan og virðisskapandi hátt. Í ætlanini verður greitt frá verandi støðu, møguleikum og avbjóðingum, samstundis sum mál og átøk fyri komandi árini eru ásett. 

Áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar, ynskir kommunan at geva øllum áhugaðum møguleika at lesa ætlanina og koma við viðmerkingum. 

Ferðavinnuætlanin er býtt upp í fylgjandi partar: 

  • Strategisk menning og felags karmar um ferðavinnuna í Norðoyggjum 
  • Klaksvíkar kommuna – Kalsoy
  • Klaksvíkar kommuna – Klaksvík, Ánirnar, Norðoyri og Árnafjørður 
  • Klaksvíkar kommuna – Svínoy 

Ferðavinnuætlanin kann lesast her: Ferðavinnuætlan fyri Klaksvíkar kommunu

Viðmerkingar skulu sendast til info@klaksvik.fo. Minst til at viðmerkja “Ferðavinnuætlan” í teldupostin.

Øll innkomin hoyringssvar verða viðgjørd, áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…