Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt ítróttarøkið
Klaksvíkar Býráð fer á býráðsfundinum í dag at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina heildarætlan fyri framtíðar menning av ítróttarøkinum í kommununi
Málið er at tryggja, at einstøk verkætlan, so sum nýggj skiftingarrúm í KÍ-høllini, ikki verða gjørd isolerað, men verða partur av eini størri og samanhangandi ætlan fyri alt økið.
Arbeiðsbólkurin verður breitt samansettur við politiskum umboðum, umsiting og møguliga fakligum serkunnleika innan økisplanlegging og arkitektur.
Tó er arbeiðið longu partvíst fíggjað, og uml. helvtin av játtaðum peningi er brúktur, áðrenn ein yvirskipað ætlan er endaliga løgd.
Fleiri nevndir hava givið undirtøku fyri at seta arbeiðsbólkin í gongd.
Býráðsfundurin verður í Varpinum í dag kl. 17.30 og til ber at stroyma hann beinleiðis á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.