Upptakt: KÍ-07 Vestur
Í dag tekur KÍ móti 07 Vesturi.
KÍ spældi ein sera krevjandi dyst fyri fýra døgum síðani, sum fór í longda leiktíð, og hevur eftir hendan dystin minst fimm avgerandi dystir á rað, har brúk verður fyri teimum bestu hvønn dyst. Tí er stóri spenningurin undan hesum dystinum, um KÍ-venjarin fer at brúka hópin ella um hann fer at koyra uppá teir somu leikararnar. Møguleikin fyri at seta stig til økist helst við nógvum broytingum, meðan møguleikin fyri skaðum og troyttum leikarum nú ella skjótt økist við at brúka somu leikarar.
Hjá KÍ hevur Gaston Tellechea leikbann, meðan Sebastian John, René S. Joensen og Patrik Johannesen eru skaddir. Ivamál er um Odmar Færø og Hall Hansson. Hjá 07 Vesturi hevur Magnus H. Jacobsen leikbann, meðan Jasper Van Der Heyden ikki var við seinast.
Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 15.00. Dómari verður Bjarki Danielsen.