Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til okkara

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.06.2026 - 19:43 Tíðindi

segði Annika Steintórsdóttir Biskopstø, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu millum annað í røðu sínari, tá KG hevði opið hús fyri almenninginum. Vit prenta røðuna niðanfyri

 

Takk fyri innbjóðingina. Og HJARTALIGA til lukku við hesum vakra og stásiliga hotelli

Nú standa vit mitt á vágni. KG er húsið, sum vit øll hava bíðað spent eftir. Hotellið, sum allur býurin hevur tosað um. Vit hava sæð tekningar og kranar á økinum. Fylt teimum fyrstu formunum. Havt meiningar og spurningar. Men mest av øllum glett okkum til hesin dagur skuldi upprenna. Til at henda háborgin varð veruleiki.

Eg havi kensluna av at eg ferðist, saman við øllum tykkum, beint nú. Tað er onki at ivast í, at tað verður eitt áðrenn og eitt aftaná hotellið, men beint nú ( í hesi løtu) eru vit á einum stað mitt-í millum. Vit eru ávegis - á eina ferð inn í framtíðina.

Klaksvíkin hevur fingið eitt nýtt flaggskip, sum nú stevnir út ein tann dragandi vakra sjónarringin. Vit eru øll bjóðaði við á hesa ókendu ferð - saman. Men vit líta á skiparan og á alla manningina.

Fyri 20 árum síðani lat Norðoyatunnilin upp. Tað var eitt stórt frambrot. Ikki bert fyri okkum, sum her búgva. Tí vit lótu eitt portur upp fyri allar føroyingar. Og sjálvi kundu vit stevna frítt.

Heimurin lá fyri okkum opin. Og saman við trimum vinkonum fór eg, stutt eftir hetta, eina fjakkaraferð kring klótina. Og vit upplivdi støð, sum vit ikki vistu vóru til. Hugurin leitaði í allar ættir. Eyguni vórðu fylt við vakurleika. Og sinni við opinleika. At hugsa sær, at á jørðini búgva so nógv góð og áhugaverd menniskjum, sum kunnu læra og geva hvørjum øðrum so nógv.

Í dag lata vit hurðarnar upp á hotell KG. Og errin bjóða vit øllum heiminum inn til okkara. Og tað haldi eg er heilt fantastiskt! Tí vit hava so nógv at vísa fram. Okkara spennadi søgu. Eina ríka og virðismikla mentan. Eitt virkið vinnulív. Og eina so vakra nátturu og staðseting á heimskortinum, at vit kunnu ikki annað enn vera takksom fyri alt, sum okkum er givið og lutað í arv av okkara forfedrum og skapara.

Men tað var líkasum, at vit í Klaksvík manglaðu hetta uppihaldsrúmi! Eitt stað, har vit kundu bjóða inn og eisini hittast, alt árið!

Og nú eru vit so her í okkara vakra miðbýi, har fleiri av grannunum longu hava fingið stórfingnar tilnevningar, - og nú í krúnini á verkinum! Wauw!

Men tað setur eisini krøv til okkum. Bæði sum einstakligar, felagsskapur og sum samfelag. Vit skulu halda býin reinan og frían. Vit skulu virða og varðveita okkara mentanarperlur og landsslag. Men, sum tað mest grundleggjandi, so skulu vit verða góð við hvønnannan - standa saman - og taka væl ímóti gestum, sum vitja okkara kæra heimstað.

Tað er í møtinum við menniskju, at vit vera til, vit læra og flyta okkum allarmest. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum.

Blíðskapurin liggur í føroyinginum. Og evnini at siga frá søgum. Og at hjálpa har ið tað treingir mest.

Góðu tit, sum undan hava gingið og sum nú varða av hotell KG.
Vit eru sum kommuna og almenningur sera stolt og takksom fyri at býurin eigur fólk sum tykkum. Vit taka í dag eitt risa fet inn í eina nýggja tíð. Og tit skulu vita, at tit hava ikki bygt eitt hotell á eini oydnari oyggj.

Nei, vit eru øll partur av hesum. Vit vilja vera tann góði verturin saman við tykkum. Vit eru øll tænarar hjá hvørjum øðrum. Tykkara vinir kunnu eisini gerast okkara vinir. Kanska kunnu vit vísa vegin, um onkur villist ella ikki finnur aftur á hotellið. Vónandi verður tað ikki neyðugt. Men vit kenna krókarnir í býnum og tey nógvu góðu støðini.

Vit eru partur av einari livandi mentan. Men tað er søgan sum ger okkum til klaksvíksingar. Nólsoyar Páll og Marin Malena, teir gomlu bóndabýlingarnir, einahandilin, slupptíðin, Føroya Bjór, spinnaríið og vevskúlin, Klaksvíksstríðið, Christianskirkjan, kappróðurin og fótbólturin ( eg kundi hildið á).

Men gløgt er gestins eyga, so vit koma heilt víst at læra ein rúgvu næstu tíðina. Og kanska tann vitjandi sær ella virðismetir okkurt, sum í okkara verð er ein sjálvfylgja, ella sum vit als ikki hava varnast.

Eg vóni, at Klaksvíkar kommuna klárar at fylgja við tykkara ævintýrhugi, vera í tí góða arbeiðinum og tí víðskygni, sum tit leggja fyri dagin.

At vit sum samfelag hava úrmælingar og eitt sterkt og framskygd vinnulív, sum klára at fáa hetta til veruleika er eitt bragd í sjálvum sær, og hevur eitt størri virði enn eg yvirhøvur klári at seta orð á og skilja.

Men eg ivast ongin løtu í, at hendan løtan er slóðbrótandi og fer at skapa nakað ótrúliga gott!

Framtíðina eiga vit saman! Og vit lata nógvar vakrar dýr upp í dag!
Enn eina ferð hjartaliga tillukku, góðu tit.
Og má Harrin fylgja okkum øllum á ferðini!

Takk fyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag