Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari komandi árini

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  28.06.2026 - 19:22 Tíðindi

Hitabylgjan sum hevur rakt stóran part av Evropa seinastu dagarnar, setti í gjár nýtt hitamet í Danmark. Í Ødum varð hitin máldur til 37,0 stig, sum er hægsti hiti, ið nakrantíð er skrásettur í Danmark.

Sama hitabylgja hevur rakt fleiri evropeisk lond, har hitin fleiri staðni er farin upp um 40 stig. Týskland, Kekkia, Pólland og Ungarn hava eins og Danmark eisini sett hitamet.
Í mun til deyðsføll er Frakland harðast rakt. Seinastu dagarnir hava myndugleikarnir skrásett 1.000 deyðsføll meira enn vanligt, og ávarað verður um at talið væntandi fer at hækka.

Sambært danska veðurstovninum DMI er hetta ikki seinastu ferð at Danmark fer at uppliva tílíkan hita. Veðurlagsbroytingarnar gera, at hitabylgjur verða bæði heitari og týttari komandi árini. Tí kunnu danir vænta fleiri hitabylgjur sum hesa í framtíðini.
Kendi veðurfrøðingurin á TV2, Peter Danev, hevur sagt at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn hitin í Danmark eisini fer upp um 40 stig.

Veðurfrøðingar og myndugleikar heita framvegis á fólk um at ansa sær í hitanum, serliga eldri, børn og onnur við skerdari heilsu. Tað verður mælt til at drekka nógv, halda seg í skugga og sleppa undan ov tungum arbeiði mitt á degi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini