Lýsing
Lýsing

Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokkin?

SKRIVAÐ: Steffan Klein Poulsen  |  25.03.2026 - 23:10 Politikkur

Miðflokkurin hevur eina góða og drúgva valskrá og eg vil vísa á nøkur punkt úr henni.

Lítla barnið í móðurlívi: Lógin um fría fosturtøku skal avtakast. Rætturin til lív skal tryggjast við lóg. Ein hjálpareind skal setast á stovn, sum veitir alla hugsandi hjálp til foreldur. Harafturat skal eitt minstamark ásetast í barsilsskipanini, fyri at tryggja øllum foreldrum eina rímiliga upphædd um mánaðin.

Vit siga føroyskt fram um fremmant:

·         Nei til moskur í Føroyum

·         Lækka talið av tilflytarum

·         Betri samskipan av útlendingamálum

 

Familjan skal hava størri frælsi til at skipa sín egna gerandisdag við at:

·         Samskatta hjún

·         Lata pengarnir fylgja barninum

·         Hækka barnafrádráttin stigvíst

 

Bústaðartrotið má loysast við at hækka útboðið og gera tað lættari hjá ungum at spara upp til bústað.

 

Vinnan skal hava góðar karmar og skattast av vinningi.

 

Í landskassanum mugu inntøkur og útreiðslur javnviga betri.

 

Kynsligur ágangur skal revsast harðari, umframt at internetið verður gjørt til eitt tryggari stað.

 

Vit hava nógv góð heilsuátøk, so sum viðgerðartrygd. Eisini mugu teir borgarar, sum eru komnir í pensjónsaldur, fáa størri frælsi til at arbeiða.

 

Trojanski hesturin – Norðurlandahúsið – má fáast á føroyskar hendur!

 

Og at enda, Miðflokkurin stuðlar tí einasta fólkaræðinum í Miðeystri: Ísrael

 

Steffan Klein Poulsen,

Valevni fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu