Seinastu dystirnir í grundspælinum
Seinasta umfar í grundspælinum hjá bestu kvinnudeildini í hondbólti verður leiktur í dag. Stjørnuni endar grundspælið við dysti á útvølli ímóti VB. Stjørnan liggur, sum er, á fimta plássi, og óansæð úrslitið í Vági, so verða tær verandi á fimta plássi.
Kappingin er soleiðis skipað, at nummar eitt og nummar tvey koma beinleiðis í hvør sína hálvfinalu. Á fyrsta plássi liggur Kyndil, meðan er H71 er á øðrum plássi, og hava hesi bæði liðini leikt seg í hálvinalunar. Hini bæði liðini í hálvfinaluni verða funnin við dysti millum nummar trý og nummar seks, og við dysti millum nummar fýra og nummar fimm.
Sum støðan er, so er longu greitt, at ”onnur” fjóðringsfinalan verður millum VÍF og EB, og ”hin” fjóðringsfinalan verður millum Neistan og Stjørnuna.
Sostatt hevur dysturin ímllum VB og Stjørnuna ikki tann stóra týdningin, tó kann tað verða gott hjá Stjørnuni við einum góðum úrsliti undan fjórðringsfinaluni ímóti Neistanum í høllini á Hálsi mikukvølið 1. apríl kl. 19.00.