Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2026 - 09:01 Mentan Tíðindi

Sjókæti A-OY, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt, er ein poetisk og spælandi stavraðsbók, sum tekur lesaran við undir havskorpuna. Vit ferðast frá A til OY, har hvør síða vísir okkum ein nýggjan fisk ella aðra undirsjóvarveru. Bókin er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2026.

 

Norðurlandaráðið sigur m.a. soleiðis um Sjókæti:

Við stuttum og rútmiskum ørindum hevur Sólrún Michelsen skrivað ein tekst, sum er lættur at lesa upp og ringur at leggja frá sær. Rímini bjóða børnum og vaksnum at smakka orðini, endurtaka og uppdaga. Grundhugskotið í bókini, sum er at lata stavraðið "svimja", ger lesingina til eina sansaliga og aktiva uppliving.

Myndprýðingarnar hjá Anniku Øyrabø eru litríkar og fullar av humori. Tær forleinga orðaspælið í bókini til ein líka spælandi myndaheim.

Les allan tekstin á norden.org


Sólrún Michelsen (f. 1948) er millum fjølbroyttastu rithøvundarnar í Føroyum. Hon skrivar bæði til børn og vaksin og hevur eisini týtt fleiri barnabøkur til føroyskt. Hon hevur millum annað fingið M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnabókmentir í 2002 og fyri bókmentir í 2008. Í Sjókæti brúkar hon ljóð, rútmu og orðaspæl til at skapa lesihug og vitan.

Annika Øyrabø (f. 1977) er sniðgevi og myndprýðari. Hon hevur útbúgving frá The Danish Design School og Hochschule für Angewandte Wissenschaften i Hamburg. Annika hevur myndprýtt fleiri barnabøkur, og í Sjókæti hevur gjørt ein myndaheim, sum bæði er grafiskur og spælandi. Pappírsklippini og kollasjurnar geva bókini eina eyðkenda útsjónd, og myndprýðingarnar hava ein aktivan leiklut í at siga søgurnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja
Vallutøkan er 2,5 % hægri í Klaksvík
- Sovorðna intruduktión havi eg ikki fin…
- Eg rokni við at tað verður eitt skifti
Blaðstjó­rin tippar valið í Komið øll við
55 fleiri brævatkvøður í Klaksvík
Framvegis meira enn 200 fleiri á vali í…
Tiltøk í vikuni
Framvegis fleiri veljarar enn 2022
Framvegis nógv fólk á vali
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu