Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í einum avbjóðandi marknaði
Bakkafrost hevur almannakunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2025. Árið var merkt av einum avbjóðandi marknaði við lágum laksaprísum, men hóast hesar avbjóðingar, megnaði samtakið framhaldandi at styrkja raksturin.
Trygt fíggjarligt grundarlag
Fíggjarliga úrslitið fyri 2025 er prógv um sterku virðisketuna hjá Bakkafrost. Samtakið hevði ein umsetning á DKK 7,0 mia., og rakstrarliga úrslitið (EBIT) var DKK 888 mió. Tøkan í 2025 var 106.823 tons, ið er ein munandi øking frá 90.656 tons í 2024.
Samtakið varðveitti eina sterka fíggjarstøðu, har lutfallið av eginkapitali er 58%. Hetta tryggjar, at samtakið kann fremja tær íløguætlanirnar, sum eru stungnar út í kortið, og samstundis kann samtakið halda fram at gjalda út vinningsbýti til eigararnar. Til aðalfundin í apríl fer nevndin at skjóta upp, at eitt vinningsbýti á 3,45 kr. fyri hvørt partabræv verður útgoldið.
Góð lívfrøðilig gongd
2025 var merkt av sterkari lívfrøðiligari gongd, serliga í Føroyum, har vøksturin var sera góður, fellið var lágt, og lúsatalið áhaldandi var á einum lágum støði. Smoltalingin í Føroyum setti framleiðslumet, har tilsamans 18,7 milliónir smolt vórðu sett út við eini miðalvekt á 453 g.
Í Skotlandi byrjar strategiin við at seta stór smolt á sjógv at geva úrslit, og miðalvektin við tøku hækkaði til 5,3 kg.
Bakkafrost hevur áhaldandi fokus á at tryggja fiskaheilsu og djóravælferð, og í 2025 yvirlivdi í miðal 93% av fiskinum í sjógvalingini. Harumframt slapp eingin laksur hjá Bakkafrost úr nakrari alinót, hvørki í Føroyum ella Skotlandi.
Burðardygd
Gjøgnumskygni og ábyrgd eru framhaldandi kjarnin í virkseminum hjá Bakkafrost. Ársfrágreiðingin lýsir millum annað gongdina í mun til 2030 málini hjá samtakinum um at minka um útlátið av CO2. Útlátið hækkaði í 2025 orsaka av hægri framleiðslu, samstundis sum at Bakkafrost heldur fram við at menna og fremja sína veðurlagsætlan, sum er í samsvari við SBTi-málini. Bakkafrost arbeiðir víðari við grøna orkuskiftinum gjøgnum fleiri átøk og samstarv, har vindmyllulundin Eysturlund framvegis er ein avgerandi partur av ætlanini. Harumframt nýtir Bakkafrost grønan streym í Skotlandi.
Bakkafrost er ein týðandi partur av lokalsamfeløgunum, har millum annað 947 mió. vórðu goldnar í løn til starvsfólkini, 59% av samlaða innkeypinum í árinum hjá Bakkafrost FO var frá 1.616 ymiskum lokalum føroyskum veitarum, og stuðul var latin úr Sunt Lív grunninum til ymisk endamál.
Ársfrágreiðingin kann lesast her.
Harumframt hava vit kunngjørt eina samanumtøku á føroyskum, sum kann lesast her.