Det er os der står herude og banker på
Valdagurin og -kvøldið eru farin afturum, og nú eru øll 33 plássini á Løgtingið mannað og kvinnað. Háspenningur var í luftini. Og tað verður tað aftur nú, tá nýggj samgonga verður skipað. Allarhelst skulu 6 landsstýrisfólk veljast, og kotyma hevur verið at valt tey úr tingmanningini – hóast tað ikki er nakað krav. Norðlýsið hevur hugt at, hvørji standa á gáttini og kunnu taka við sum tingfólk, tá/um vald tingfólk fara í Landsstýrið.
Er ein vigað/ur á fólksins vekt og funnin ov løtt/lættur, er kortini ein bakhurð inn í Løgtingið. Til ber at sleppa inn tann vegin við, at flokkurin hjá tær kemur í samgongu og velur landsstýrisfólk úr tingmanningini. Siga vit, at stóru flokkarnir maximalt fáa 3 landsstýrisfólk og smáu flokkarnir 1, so standa hesi varafólkini ovast á trappuni:
Í Fólkaflokkinum eru tað Fía Selma Nielsen, Astrið Breckmann og Kristian Krog Hentze, sum eru ávikavist 1., 2. og 3. varafólk og koma inn, um Fólkaflokkurin velur 3 landsstýrisfólk úr tingmanningini. Í Sambandsflokkinum eru tað Magni Højgaard, Anna Falkenberg og Hermann Samuelsen, sum eru 1., 2. og 3. varafólk, men av tí at Anna Falkenberg er í Fólkatinginum, kann tað vera, at farið verður eftir 4. varafólkinum, ið er Haraldur Símunarson Hammer. Anna Falkenberg hevur sagt, at hon ikki situr í báðum sessum.
Í Javnaðarflokkinum eru tað Bjørt Lind, Eyðgunn Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen, ið eru 1., 2. og 3. varafólk. Í Sjálvstýri, sum ikki fer at fáa meira enn 1 landsstýrisfólk, er tað Sylvia Thomsen. Í Tjóðveldi eru tað Eirikur í Jákupsstovu, Hendrik Egholm og Erling Eidesgaard, sum eru tættastir tingmanningini í nevndu raðfylgjuni. Beinta Løwe er fyrsta varafólk hjá Framsókn, og Sámal Hanni Lognberg er fyrsti varamaður fyri Miðflokkin.