Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri Oyggjaleikir avdúka maskott

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.03.2026 - 12:54 Ítrottur Tíðindaskriv

Mánadagin 30. mars fæst at vita, hvør maskotturin hjá Betri Oyggjaleikum er. Á torginum í SMS verður tónleikur, nýggi maskotturin og tey, sum hava teknað, skapt og navngivið

 

Á heysti í fjør komu næstan 500 uppskot um maskott inn til Betri Oyggjaleikir, tá ið teknikappingin til maskottin var fyriskipað. Burtur úr stóru rúgvuni valdi ein dómsnevnd ein maskott, sum nú verður avdúkaður fyri Føroya fólki.

Hevur tú eina fríløtu mánadagin í stillu viku, kom so ein túr í SMS, tí maskotturin kemur á torgið og vil fegin hitta so nógvar føroyingar sum til ber.

Tey fýra, Filip, Bjarki, Jóhanna og Anna Lovisa úr Hoydølum, fara at syngja. Maskotturin sær tey, sum hava teknað, navngivið og skapt seg fyri fyrstu ferð, eins og tey seks samstørvini hjá Betri Oyggjaleikum bjóða okkurt leskiligt.

 

Skráin:

13.00            Vælkomin

13.05            Spírar úr Hoydølum syngja

13.15            Maskottar hjá samstørvunum vitja

13.25            Oyggjaleikamaskotturin avdúkaður

13.35            Vinnari av maskottkappingini upp á pallin

13.40            Navnavinnarar upp á pallin

13.45            Ung á klædnaatstøðisdeildini á Glasi á pallin

13.50            Spírar úr Hoydølum syngja

14.00            Ballónir og okkurt leskiligt frá samstørvunum hjá Betri Oyggjaleikum

 

Byrja páskafrítíðina 2026 saman við okkara maskotti og góðum undirhaldi. Eydna Skaale er vertur.

Síggjast í SMS kl. 13 mánadagin 30. mars.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Veðrið um vikuskiftið
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja