Tiltøk í vikuni
Visit North kunnar um spennandi tiltøk, ið ganga fyri seg í okkara nærumhvørvi í hesum døgum.
Hósdagin 26. mars
Nú er valdagur. Tann stórsti dagurin í fólkaræðinum. Vit ynskja øllum í Føroyum eitt gott val
Fríggjadagin 27. mars
Kl 15 er eldrahugni í Betesda. Árni Joensen fer at hugleiða. Góður drekkamuður verður at fáa. Øll eru vælkomin.
Kl 17 er kunnandi fundur um umvælingararbeiðið, sum skjótt fer í gongd, tá tekjan á Christianskirkjuni verður skift. Fundurin verður í kirkjukjallaranum.
Kl 18-22 er vikuskifti á Hermótinum. Hermótið heldur til á Heygavegi 42.
Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni
Leygardagin 28. mars
Kl 20.30-21.30 er jarðartími, og tá sløkkir Klaksvíkar Kommuna øll gøtuljósinu í Klaksvík, Árnafirði, Ánunum og úti á Oyri. Hetta er fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, og lagt verður upp til at húskini eisini sløkkja ljósið hendan tíman.
Kl 21 er kafé quiz á kafe Fríðu
Pálmasunnudag 29. mars
Kl 11 er konfirmatiónsguðstænasta í Christianskirkjuni.
Mánadagin 30. mars
Kl 16.30 er páskabindikafé á Klaksvíkar Bókasavni.
Mikudagin 1. apríl
Kl 18.30-21.30 Er mikukvøld á Hermótinum. Hermótið er á Heygavegi 42