Mikladalur valdi mest lokalt í Norðoyggjum seinast
Fara Norðoyggjar at velja lokalt?
Í dag er løgtingsval og ein stórur spurningur er, hvussu lokalt Norðoyggjar fara at velja. Seinast valdu 79 % av veljarunum í Norðoyggjum lokalt. Tað merkir, at tey valdu ein, sum var uppstillaður fyri valfeløg í Norðoyggjum ella búði í Norðoyggjum. Tað er tó ikki ein trygd fyri, at nógv vald tingfólk koma inn, at nógv fólk velja lokalt, tí fara nógvar atkvøður til somu fólk, so verða atkvøðurnar ov lítið spjaddar. Hinvegin er eisini ein vandi, at færri fólk koma inn, um atkvøðurnar verða ov spjaddar. Í 2022 slapp tann við fæst atkvøðum inn við 249 atkvøðum. Í 2019 var hetta tal 271 og í 2015 201. Víðari merkir hetta, at fólk við enn færri atkvøðum komu á løgting sum eykavald í flokkum, sum vóru í samgongu.
Í Mikladali vóru tey mest lokal. Har valdu øll 33, sum vóru á vali, eitt lokalt umboð. Minst lokal vóru tey í Kunoy, har 76 % valdu lokalt. Sí hagtøl niðanfyri.
