Lýsing
Lýsing
Lýsing
Valevnini hjá lokalfeløgunum hjá B, C og E í Norðoyggjum fingu nóg mikið av atkvøðum til 2 sessir, næstan 3, men heldur enn at standa saman um eitt valevni pr. flokk, vórðu atkvøðurnar spjaddar, og ongin teirra kom inn. | Mynd: Sjálvgjørd mynd

Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2026 - 15:01 Leiðarin Politikkur

Norðoya Sambands-, Javnaðar- og Tjóðveldisfeløg stillaðu øll 2-3 valevni upp, men tað gjørdi tað, at atkvøðurnar fóru í tvíningar ella í trý, og at onki av teirra 2-3 uppstillaðu valevnum komu inn, hóast atkvøðurnar samanlagt í hvørjum flokki sær høvdu kunnað, ella so gott sum kunnað, borið eitt Norðoyavalevni inn.

Norðoyggjar kundu havt fingið 7-8 umboð í staðin fyri 5.

Norðoya Sambandsfelag stillaði bæði Hermann R. Samuelsen og Jóan P. Joensen upp. Hermann fekk 255 atkvøður og Jóan Petur 100 atkvøður. Tilsamans merkir tað 355 atkvøður, ið eru meira enn hvat ytsta mandatið hjá Sambandsflokkinum, Johan Dahl á 7. plássi, fekk.

Norðoya Javnaðarfelag stillaði 3 valevni upp; Eyðgunn Samuelsen, Gunnvá Tróndardóttir og Ólav Nybo. Tey fingu ávikavist 263, 80 og 39 atkvøður, ið gevur 382 samanlagt. Hevði 1 valevni fingið tað, var tað so mikið tætt við síðstvaldu hjá Javnaðarflokkinum, ið var Margit Stórá við 387 atkvøðum, at tað við fínteljingini kundi koppað til fyrimunar fyri Norðoyggjar. Í øllum førum hevði tað rokkið til at verið 1. varafólk. 

Eisini Norðoya Tjóðveldisfelag gjørdi tað og stillaði bæði Eirik í Jákupsstovu og Anfinn í Toft upp. Anfinn fekk 187 atkvøður og Eirikur 304, samanlagt 491. Hevði eitt einstakt valevni fingið tað sama, varð viðkomandi nr. 4 á tjóðveldislistanum og framman fyri bæði Hervør Pálsdóttir við 361 og Jóhan Christiansen við 307 atkvøðum.

Tað er, sum um valfeløgini framvegis hanga føst í gomlu skipanini við valdømum, har atkvøðurnar ongantíð fóru úr økinum, og tað tí ráddi um at stilla sum mest upp. Jú fleiri uppstillað, jú betri, var tað tá. Men í skipanini við bert 1 valdømi er tað ikki eins skilagott at hava meira enn tann eina kandidatin pr. lokalfelag – uttan so at man veruliga væntar sær yvir 1.000-2.000 atkvøður (sum Norðoya Fólkafloksfelag, hvørs norðoyavalevni fingu 2.857 atkvøður í gjár), og tí realistiskt sæð kann rokna við at fáa bæði valevnini inn, tá man sum valfelag uppstillar 2.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…