Lýsing
Lýsing
Lýsing
So mong tingfólk fingu ymisku økini í Føroyum á løgtingsvalinum 26. mars. | Mynd: Sjálvgjørd mynd

Soleiðis eru ymisku økini í landinum umboðað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2026 - 17:42 Politikkur Tíðindi

Suðuroy, Vágar og Norðoyggjar halda tørn í tingfólkatali. Eysturoy er framvegis undirumboðað, men har er framgongd. Sandoyggin hevur hinvegin als onki umboð, og tað hevði hon heldur ikki seinasta valskeið. Norðstreymoy gongur fram, meðan Suðurstreymoy kvinkar niðureftir.

Soleiðis sum valið í gjár fall út, gjørdist tingfólkabýtið skift á øki í landinum hetta:

Norðoyggjar: 5 umboð – Árni Skaale (A), Beinir Johannesen (A), Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A), Sámal Petur í Grund (D) og Steffan Klein Poulsen (H).

Eysturoy: 5 umboð – Bárður á Lakjuni (A), Bill Justinussen (A), Helgi Abrahamsen (B), Atli Fróði Johansen (B) og Jóhan Christiansen (E).

Norðurstreymoy: 3 umboð – Grímur Sundstein (A), Bárður á Steig Nielsen (B) og Ben Arabo (C).

Suðurstreymoy: 12 umboð – Fróði Magnussen (A), Sunnvá Dahl Høgfeldt (B), Johan Dahl (B), Aksel V. Johannesen (C), Margit Stórá (C), Bjørg Brynhildardóttir Egholm (E), Høgni Karsten Hoydal (E), Liljan Weihe (E), Hervør Pálsdóttir (E), Ruth Vang (F), Bjarni Kárason Petersen (F) og Jenis av Rana (H).

Vágar: 3 umboð – Jørgen Niclasen (A), Eyðdis Hartmann Niclasen (B) og Jóhannis Joensen (C).

Sandoy fekk heldur onki umboð á hesum sinni.

Suðuroy: 5 umboð – Jacob Vestergaard (A), Erhard Joensen (B), Bjarni Hammer (C), Súsanna Bertholdsen (C), Sirið Stenberg (E).

Í næstum skulu flokkar finna saman í samgongu, og tað plagar at gera, at tingfólkatalið í økjunum forskjýtist. Men hetta býtið er tað, sum Føroya fólk valdi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið