Beinir kann aftur gerast yngstur – so nógv yngstur
Valkvøldið hoyrdu vit Beinir Johannesen siga, at hann var troyttur at vera yngstur í politikki, og at tað tí var deiligt, at ein 20-ára gomul kvinna nú fekk sæti á Løgtingi. Men nú kann Beinir aftur gerast yngstur, nevniliga við at seta met sum tann nógv yngsti løgmaðurin í Føroyum nakrantíð. Um hann væl at merkja vil.
Beinir Johannesen er føddur 12. februar í 1997 og fekk 1.677 atkvøður valdagin 26. mars. Tað var tað mesta, nakar fekk. Hann stendur á odda fyri størsta flokkinum í løtuni, Fólkaflokkinum. Sitandi løgmaður hevur sagt, at tað verður nærum ógjørligt at koma uttan um Fólkaflokkin, og samráðingarinitiativið fer tí yvir til Beinir sum formann har.
Ofta gerst tann, ið fær samráðingarinitiativið, løgmaður eftirfylgjandi. Hendir tað, verður Beinir Johannesen nógv tann yngsti løgmaðurin nakrantíð. Hann er nevniliga 29 ár, og tað er ongantíð komið fyri, at nakar løgmaður hevur verið undir 30 ár. Tað er bara einaferð komið fyri, at ein løgmaður hevur verið undir 40, og tað var tann tá 38-ára gamli Atli P. Dam.
Bert Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava átt Føroya løgmann higartil. Her eru Føroya løgmenn skipaðir eftir aldri, tá teir tóku við sum løgmenn. Frá elst til yngst:
Andrass Samuelsen (B) 75 ár
Petur Mohr Dam (C) 62 ár
Kristian Djurhuus (A) 55 ár
Jógvan Sundstein (A) 55 ár
Hákun Djurhuus (A) 54 ár
Marita Petersen (C) 52 ár
Annfinn Kallsberg (A) 52 ár
Jóannes Eidesgaard (C) 52 ár
Edmund Joensen (B) 49 ár
Bárður á Steig Nielsen (B) 47 ár
Jóan Pauli Højgaard Ellefsen (B) 44 ár
Kaj Leo Holm Johannesen (B) 44 ár
Aksel Vilhelmsson Johannesen (C) 42 ár
Atli Pætursson Dam (C) 38 ár
So er spurningurin bara, um Beinir hevur hug at gerast tann yngsti aftur.