Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond. (7 partur).
Í 7 parti av hesari greinarøð, har heitt verður á SEV stýrið, um at gerða eina kostnaðarmeting, og fara undir at gera eina royndar verkætlan, við sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond.
So vit fáa staðfest, um mítt hugskot og hesin mátin, at framleiða el-streym uppá, við einari
sjógvpumpuskipan, til verandi vatngoymslu, sum manglar vatn, So hetta møguliga, verður tann orkuformur, sum SEV skal satsa uppá í framtíðini, so vit Føroyingar veruliga kunnu fáa bíliga og burðardygga el-orku úr vatni/sjógvi, og sum kann nýtast umaftur og umaftur.
Í 7 parti og komandi 8 parti í hesari greinarøð, verður farið aftur til, tá íð byrjað var, at seta upp vindnyllur her á landi, til framleislu av el-streymi. Og landsins mynduleikar fóru í gongd við at smíðja eina nýggja lóg, sum fekk heiti ”Elveitingarlógin nr.59 av 7 juli 2007”.
Sum skuldi gerða tað møguligt, at aðrir el-vindmyllu íleggjarar, kundi koma inn á el-neti hjá SEV, við sínum el-streymi. Eisini verður greitt frá, hvussi henda el-umleggin fór fram í Danmark, og er við at enda úti í einum stórun ruðuleika.
Sum so ofta her á landi, so kom hetta hugskoti, við el-vindmyllun og Elveitingarlóg, sum ein direkta kopieran úr Danmark. Har forhold á el-netskipan í Danmark er ein heilt onnur, enn her í Føroyum, tí Danmark kann innflyta ella selja el-streym til Norra, Svøríki, Týskland/Europa,
Í Føroyum eru vit eitt lítið oyggjaland, sum liggur fjarskotið. Tí er alneyðugt, at vit hava tryggar umstøður, við okkara el-veiting, sum í 80 ár, hevur verði røkt fyrimyndarliga væl, av tí samhaldsfasta kommunala felagskápi SEV, sum vit øll eiga.
Tí harmar tað meg og nógv onnur, sum eg tosi við, at tað eru sterkar kreftir í hesum landi, sum vilja bróta SEV niður, og nýta orðaskvaldur sum ”Grøna okuskifti”, sum slagorð, til at fremja sína ætlan við.
Eftir tað stóru oljukreppu, sum rakti Danmark í 1972, har ein stórur partur av el-nýsluni í Danmark, bleiv framleiddur við olju og koli, frá kommunalun elverkun, fór tann danski staturin at fyrireika, at fáa onkra aðra orkukeldu, til at framleiða el-streym. Danmark er eitt flatt land, við ongum fossum, so har bar ikki til at nýta fallhædd á vatni, til el-framleislu.
Funnið var fram til, at Danmark í 1918, var førandi innan fyri framleislu av el-streymi frá vindmyllun. Henda sama olja, sum nú voldi stórar trupuleikar, at fáa hendur á, var tá orsøkin til, at hesin el-vindmyllu ídnaður helt uppat. Nú bleiv so leita aftur til hesa gomlu el-vindmyllu tøkni, og forbetra hana.
Probelemið sum uppstóð í Danmark, var tað sama, sum seinri kom her til Føroyar, donsku elverkini vildi ikki vita av, hesari nýggju el-vindmyllu orku, sum tann danski statur og privatir íleggjarar, vildi kroysti niður yvir elverkini, sum vóru drivin kommunal. Tí el-orkan frá vindmyllun er, sum vindurin blæsir, og er og verður ein óstabil orka, sum ikki kann lítast á.
Endin var, at landsins mynduleikar í Danmark, komu upp í leikin, og gjørdi eina nýggja lógt, so at privatir el-vindmyllu íleggjarar, kundi selja sín el-streym inn á el-neti, síðan hevur stórur ruðuleiki valda á Danska el-netøkinum.
Aðrenn hetta fór fram, vóru tað Elsam, sum stýrdi el-framleislu á el-verkun og økinum í Jyllandi, og á Fyn. Og Elkraft tók sær av el-verkun og økinum á Sjellandi. Tað vóru kommunur, sum átti hesi samtøk og elverk, vit kunnu samanlýkna tað við okkara SEV, og høvddu ábyrgd, at veita el-streym til sínar borgarar.
Í dag er vent í holuni, í samband við el-framleislu í Danmark, tí nú hava danskar kommunur, líti við el-framleislu at gerða, men hava kasta seg yvir at veita ”fjarhita” til sínar borgarar.
Í dag er verðurleikin tann, at danski staturin, saman við privatun el-vindmyllu og sólpanel íleggjarun, eru teir sum stýra el-framleisluni í Danmark. Hetta hevur ført til, at tað á tí el-tekniska viðvølli í Danmark, valdar stórur ruðuleiki, tí har eru eftirhondini so nógvir kokkar, sum eru innblanda í, at veita el-streym til danskarar, at tað knípur við, at kunna halda skil á, hvør gerð hvat, og hvar ábyrgdin liggur.
Taka vit frá ovara enda, so eigur tann danski statur felag ”Energinet”, sum hevur um hendir alla flytan av háspennings el-streymi, sum er omanfyri 100 KV (kilovolt). Henda leiklut hevur staturin yvirtikið frá kommunun (Elsam og Elkraft).
Síðan koma vit til øll tey gomlu elverkini, sum í síni tíð framleiddi el-streym og fjarhita, antin úr koli ella olju. Hesi elverk eru í dag løgd undir felag ”Ørsted”, har tann danski statur er meirluta eigari, saman við privatun íleggjarun. (Eisini hesi elverk eru yvirtikin frá kommunala samtakið Elsam og Elkraft).
Síðan koma vit til teir íleggjarar, sum í dag framleiða el-streym við el-vindmyllun inn á el-neti. Teir eru fleiri í tali og í stødd, hetta kann verða alt frá privat persónar ella eigara samtøk. Hesir íleggjarar selja sín el-streym til el-børsin ”Nordpol”, sum so aftur selur el-streymin til fyritøkur, sum liva av at selja el-streym út til sína kundar.
Tann fjóri liður, eru smá feløg privat ella samtøk, sum eiga alt láspenningsneti, t.v.s trafostøðir, og el-kaðalskipan. Hesi feløg selja so el-streymin til kundan. Eisini eru privatar fyritøkur, sum ikki hava trofostøðir og el-net, sum eisini selja el-streym til kundar, hesa fyritøkur skullu so gjalda eitt flutningsgjald, til tað fyritøku, sum eigur el-neti.
Tann fysti at koma til Føroyar, við vindmyllu til el-framleislu, var undangongu maðurin Birgir Enni (BE), sum var farin í samstarv við danan Christian Riisager (CR), sum var útbúgvin timburmaður, men hevði ein trúgv uppá, at tað lat seg gerða, at fara undir framleislu av vindmyllun til el-framleislu, sum hann byrjar uppá í 1976.
Sama ári í 1976 koma (BE og CR) til Føroya, við einari 55KW royndar el-vindmyllu, sum verður uppsett á Tvøroyri, hon var testa til at standa uppi, við max.60 metur.pr.sek, av vindi, hon bleiv íbundin el-neti hjá SEV.
Teir baðir (BE og CR) stovna eina fyritøku, saman við Oilwind í Miðvági, sum skuldi selja el-vindmyllur í Føroyum og í USA. Teir fingu ein ordra uppá 25 stk el-vindmyllur, sum skuldi setast upp í California í USA, tær skuldi vera 150 KW pr.stk. Í hesum sambandi flutti Christian Riisager við konu til Føroyar í 1980.
Í hesum sambandi, bleiv ein 150 KW el-vindmylla sett upp í Miðvági, sum royndar el-vindmylla. Gjørdar blivu 25 stk. 150 KW el-vindmyllur, sum vóru útfluttar til USA. fólk frá Oilwind vóru í California í USA, til uppseting og innkoyring.
Seinri helt samstarv ímillun (BE og CR) og Oilwind uppat, orsaka av trupuleikun við vind umstøður í California, og trupuleikun við veingir til vindmyllu, sum tá blivu framleiddir úr límtræ.
Skoytast skal uppí her, í 1983 er stjóraskifti í SEV. Hjálgrím Winther, sum hevði siti sum stjóri í SEV í 30 ár, leggur nú frá sær. Hjalgrím saman við Jóan Paula Gergersen og Gunnar Dahl Olsen, vóru undangongu men, til at fáa SEV ljós og el-orku, út til hvønn krók (bygd) í landinum.
Tann nýggi stjórin fyri SEV, bleiv Klæmint Weihe (KW), sum var útbúgvin veikstreyms verkfrøðingur. Tann nýggi stjórin kom í satt ódnarveður beina vegin. Hann skuldi skipa fyri einanri stórari vatn el-orku útbygging á Eiði, sum var deild uppí 3 byggistig.
Eiði.I – Eiði.II – Eiði.III.
Tá íð tað kom fram, at SEV skuldi nýta alt regn vatn, úr stórar áir á allari vestursíðu av Eysturoy, líka frá Eiði til Selatrað, við einum tunnli, kom ilt í fólk og felagskápir, at hetta var at gerða seg inn á okkara vøkru nátúr.
Endin var at bert Eiði.I, sjálv Eiðisverkið og byrgingar við Eiðisvatn, blivu gjørd í fystu siftu. Og SEV motti keypa ein 12 MW diesel motor afturat til Sundsverkið, fyri at nøkta el-orkutørvin.
Christian Riisager, var ikki tann fysti dani, sum royndi seg við framleislu av el-streymi við vindmyllun. Undangongu maður í Danmark, við hesari nýggju tøkni, var Poul la Cure (1846 – 1908). Hann undirvísti á kenda Askov háskúla, har hann so tílja sum í 1897, setur upp 2 stk el-vindmyllur, til at veita el-streym til Askov háskúla. Í 1918 vóru 120 stk el-vindmyllur í Danmark, í samband við elverk, sum framleiddu 3 MW í alt.
Tað vísti seg, at henda nýggja tøknin, at framleiða el-streym við vindmyllun, ikki helt í longdini, tí henda tøknin hevði tann vansa, at vindmyllan bert framleiðir, tá í vindur er passaligur. Var ongin vindur, so stendur vindmyllan still, og framleiðir ongan el-streym.
Og má tí ein annar orkuformur til, sum kundi framleiða el-streym. og tað bleiv oljan og diesel motorar, sum vunnu á el-vindmyllu, sum tryggur orkuveitari.
Tað skuldi genga út við ein hálv øld, til danir við Marshall hjálp eftir seinra heimsbardaga, fóru í holt við at byggja ”Gedser el-vindmylluna”, sum var 200 KW í stødd, byggiár 1957, hon er avmontera í dag, bert betongtorni stendur eftir.
Í 1978 kom ”Tvind- el-vindmyllan”, sum var uppá 1 MW, og koyrir enn í dag.
Hugskoti hjá Birgir Enni og Christian Riisager, um at fara undir at framleiða el-streym við vindmyllun, festi røtur her á landi. Tað lesa vit meira um, í framhaldi av hesum evni, við vindmyllun til el-framleislu, sum kemur í 8 parti.
Oddbjørn Vágslíð.