Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðbjørg Ellendersen

Veðrið á hvítusunnu

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.05.2026 - 12:25 Tíðindi Veðrið

Veðrið er ógvuliga støðugt (stabilt) fyri tíðina. Lýggj og slavin luft rekur hendaveg, og bæði yvir hav og lendi kølnar hon, og tann nógvi dampurin, sum er í henni, gerst til elalítlar dropar. Soleiðis hevur mjørki smoykt seg niður yvir okkum í nakrar dagar.

Veðrið fer ikki at broytast tað stóra næstu dagarnar. Hann fer at ligga útsynningi fyri tað mesta, ger tó okkurt rend niður í sunnan ella upp í vestan. Hitalagið eisini støðugt, og somuleiðis skýloftið og avfall.

Hetta til í morgin ári er lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Seinnapartin veksur hann upp í 3 til 8 m/s. Tað er skýggjað við lágum skýlofti ella mjørki, í mjørkanum er tám ella driv, og annars okkurt ælið. Í kvøld sami vindur, men hann gongur vesturum til útsynning. Enn samdrigið, men ælaveður ella regn, og í støðum mjørki. Hitin 8 til 12 stig.

Leygardagin 3 til 8 m/s av útsynningi, skýggjað og okkurt ælið, og í nógvum støðum mjørki. Um kvøldið veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s, eitt skifti samdrigið og regn. Um náttina smáskýggjað og turt. Hitin 9 til 13 stig.

Sunnudagin 5 til 10 m/s av útsynningi, smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Um náttina skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 13 stig.

Mánamorgunin heldur fram við 5 til 10 m/s av útsynningi, við hálvskýggjaðum lofti og onkrum hissini æli. Seinnapartin 8 til 13 m/s av vestri, skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

Góða hvítusunnu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið