Lýsing
Lýsing
Lýsing
Her situr Matthías Þórðarson millum tvær døtur sínar.   | Mynd: Johann Hinriksson, Ísafirði

Íslendski skiparin Matthías

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  23.05.2026 - 16:23 Tíðindi

Herfyri umrøddu vit í stuttum skiparan og slóðbrótaran Niklas á Trappuni úr Havn, sum í 1882 doyði umborð á skipi sínum Sprite, meðan teir vóru til fiskiskap undir Íslandi

 

 

Pól Niklái Danielsen úr Nólsoy, sum búsettist inni í Heiðunum við Skálafjørðin, var bestimaður hjá Niklasi, men hevði ikki lært tá, og tí fingu teir sær lærdan skipara at føra skipið heim til Føroya. Hetta var íslendingurin Matthías Þórðarson (1853-1919).

Matthías fór ungur út at sigla og tók í 1877 hægsta siglingarprógv í Bogø í Danmark. Í 1882 er hann so heima aftur, tí tá er tað, at hann verður biðin um at føra Sprite til Føroya.

Matthías førdi sluppina seinna íslandstúrin eisini og árið eftir sluppina Frisk hjá Vilhelmi Mohr úr Hoyvík. Í 1884 keypti hann skipið frá Vilhelmi og fór til Íslands við tí.

Vetrarnar 1882-83 og 1883-84 búði Matthías Þórðarson í Havn, og hesa tíðina helt hann skiparaskúla í Bauers húsum við Rættará. Av monnum, sum lærdu hjá honum, nevna vit Jens Jensen í Skrivarastovu, Jens Dam og Christian Christiansen í Dali, best kendur undir navninum Loðsurin.

Tá ið Matthías kom aftur til Íslands, búsettist hann á Ísafirði, seldi Frisk á uppboði og fór at hava skiparaskúla heima hjá sær sjálvum um veturin.

Í 1888 flutti hann til Kanada við húski og festi búgv í býnum Selkirk. Við starvsheitinum ”Examiner of Masters and Mates” var hann próvdómari í siglingarfrøði hjá skiparum á stóru vøtnunum. Matthías var verandi í Selkirk ævina út.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík