Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini frá vinstru: Árni Ellefsen, nevndarlimur, Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, nevndarforkvinna, Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen, starvsfólkaumboð.

Landsstýrismaðurin á vitjan hjá Firum

SKRIVAÐ: firum.fo  |  21.05.2026 - 23:54 Tíðindaskriv

Í dag var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, á síni fyrstu vitjan hjá Firum sum Vinnumálaráðharri. Orsøkin var árligi aðalfundurin hjá P/F Firum, og tað er landsstýrismaðurin sum varar av partafelagnum Firum.

 

Vitjanin byrjaði í Hósvík, har landsstýrismaðurin fekk eina rundvísing í bygningunum, sum Firum í næstum flytur inn í. Umstøðurnar hjá Firum í Hósvík verða munandi betri enn tær eru við Áir í dag. Í Hósvík verður alt virksemi hjá Firum, sum í dag er við Áir, á iNOVA og á Búnaðarstovuni, framyvir savnað og ætlanin er at Firum flytur til Hósvíkar í september 2026.

Eftir rundvísingina helt leiðin fram norður til Áir, har sjálvur aðalfundurin varð hildin. Á aðalfundinum fekk landsstýrismaðurin kunning um virksemi hjá Firum. Allir nevndarlimir halda fram. Nevndin skipaði seg soleiðis beint eftir aðalfundin: Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, forkvinna, Turið Mørkøre og Árni Ellefsen eru nevndarlimir, meðan Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen eru starvsfólkaumboð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík