Norðoyastevnukonsertin 2026
Tey seinnu árini hava vit í Klaksvíkar Hornorkestri (KH) byrjað Norðoyastevnuna við einari konsert fríggjakvøldið í Varpinum. Nógv fólk hava verið til konsertirnar, næstan fult.
Vit fara eisini at hava konsert í Varpinum í ár.
Okkurt árið hevur annað hornorkestur verið við í konsertini saman við okkum, men í fjør tá ið vit fyltu 75, var einki annað orkestur við. Tá spældu vit alla konsertina sjálvi.
Í ár er øðrvísi. Havnar Hornorkestur (HH) kemur norð fríggjakvøldið at spæla saman við okkum.
Tað altíð so vælspælandi Havnar Hornorkestur. Hetta er tað elsta hornorkestrið í landinum, stovnað í 1903.
HH hevur eitt serligt tilknýti til okkum í KH. Tá ið vit byrjaðu í 1950, og brúk var fyri hjálp at koma í gongd, vóru teir (tá vóru tað bara menn, sum blástu í horn) í HH nógv vikuskifti her norðuri og løgdu lag á, og undangongublásarar okkarar í KH vóru ofta í Havn í nakrar dagar at læra seg kynstrið.
Nógv vinarbond vórðu knýtt, sum vardu alt lívið.
Í nýggjari tíð hava fleiri leikarar hjá okkum í KH spælt við HH í eina tíð, meðan útbúgving ella annað hava noytt okkum til Havnar. Eisini hava boð verið eftir onkrum okkara í KH at hjálpa teimum í HH, tá ið kapping hevur verið uttanlands. So vit hava goldið eitt sindur aftur, kunnu vit siga.
Vit í KH hava eisini viðhvørt havt brúk fyri hjálp í sambandi við uttanlandsferð o.a., og tá hevur ikki verið hálvtalað orð, so hava fleiri í HH bjóðað seg fram.
Jú, vit hava altíð havt eitt gott samband.
HH hevur fyrr verið her norðuri og spælt konsert á Norðoyastevnu saman við okkum. Í 1996 var konsert í aðrari fimleikarhøllini fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, og nógvir áskoðarar vóru. Tað ljóðaði sera væl, søgdu øll við ein munn.
Fyri 30 árum síðan, fríggjakvøldið á Norðoyastevnu í 1996, var Havnar Hornorkestur eisini her norðuri í og høvdu konsert saman við okkum í fimleikarhøllini í skúlanum á Ziskatrøð. Nógvir leikarar í báðum orkestrunum eru við enn, og her sæst okkara Fiona stjørnað báðum orkestrunum í endanum av konsertini. Hon stjørnar enn sum fyrsta dagin.
Konsertin verður fríggjakvøldið í Varpinum klokkan 19. Frásøgumaður verður Rani Nolsøe, og hann er sonur ein av teimum, sum byrjaðu at blása í 1950, og foreldur hansara tóku ofta ímóti fleiri leikarum hjá HH her norðuri at gista fyrst í 1950unum, tá ið teir hjálpu KH í gongd.
Í Klaksvík blómar horntónleikurin millum tey ungu í hesum døgum. Nógvar gentur og dreingir spæla horn. Tey fara eisini at spæla nøkur løg – og fara at enda konsertina saman við bæði HH og KH við trimum felagsstykkjum.
Lagt er upp til eitt sera gott kvøld í Varpinum fríggjakvøldið á Norðoyastevnu.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo
Síggjast og hoyrast.