Lýsing
Lýsing
Lýsing

KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til Bakkafrost Farming

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.05.2026 - 17:26 Tíðindi Vinna

Atlantic Fair søluráðstevnan er í Klaksvík um dagarnar, og luttøkan hjá føroysku fyritøkunum sær út til at gera mun. Ídag hava Bakkafrost Farming og KJ undirskrivað sáttmála um veitan av nýggjum aluminium arbeiðsbáti. 

 

Talan er um arbeiðsbát, sum er 9 metrar langur og tríggjar metrar breiður. Arbeiðsbáturin hevur ein 300hk motor, ein 1,4 tonsmetur Palfinger dekskrana og ein 2 tons kopp. Umframt hetta hevur arbeiðsbáturin eisini eina bógskrúva. Arbeiðsbáturin verður eftir ætlan veittur um árskifti 2026/2027. 

Avatalan um arbeiðsbátin varð undirskrivað á básinum hjá KJ, sum luttekur á Atlantic Fair í Klaksvík. Básurin hjá KJ er skrýddur og bygdur sum ein messa umborð á einum skipi, og hevur hugtikið nógvu gestirnar, sum hava vitjað messuna. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld