Lýsing
Lýsing
Lýsing

30 tons á 145 stampum

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  20.05.2026 - 21:44 Tíðindi Vinna

Í dag vitjaði skiparin á línubátinum Anru, Gundur Sørensen, básin hjá Sjómansmissiónin á sølustevnuni Atlantic Fair í Klaksvík.

 

Anru hevur nýliga gjørt ein roktúr á Føroya Banka.

Skiparin var væl upplagdur og greiddi soleiðis frá:

-Vit settu 46 stokkar, sum eru 43.700 húkar ella umleið 145 stampar. Á teimum fingu vit 60.000 pund, ella 30 tons. Tað er góður fiskiskapur. 27 tons var stórur toskur, ella toskur eitt, 700 kg av hýsu, og so nakað av longu, skøtu og havtasku-

-Hóast eg havi roynt á Føroya Banka í fleiri ár, so skal eg ikki gera meg klókan uppá hann. Men hendan fiskiskapin skilji eg als ikki, og nógvir við mær. Hatta var bara ein túrur og á eini ávísari leið, so eg kann ikki gera nakra niðurstøðu, men eg undrist, sigur hann.

-Hettar var øðrvísi fiskiskapur enn yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni vístu. Teir fingu væl av hýsu og nakað av toski. Vit fingu nærum bara stóran tosk og eitt sløg av hýsu. Hetta var eisini ein broyting frá fiskiskapinum í fjør, tá vit fingu væl av hýsu, og minni av toski, sigur Gundur.

-Toskurin var í sama standi sum í fjør. Miðal feitur og so onkur slánur uppí. Hóast onkur toskur var nærum fullur av nebbasild, so kundi tað annars sæð út til, at tað er ov mikið av toski til, og tí ov lítið at eta, sigur hann.

Anru hevur nakrar dagar eftir á Føroya Banka, og Gundur vónar at fiskiskapurin verður góður. Dagarnir kunnu gott gerast ódrúgvir, tí teir telja frá tí teir loysa frá bryggju og til teir liggja aftur við bryggju. Dagarnir áttu heldur at talt frá tí teir vóru komnir úr á bankan til fiskiskapurin endaði á bankanum.

Sjey mans eru við Anru.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld
Please Visit Responsibly – nýtt átak hjá…
EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið vi…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá…
Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…