“Heima sum longst” – krevur innihald, ikki bara umsorgan
Greinarøð: Hvussu vilja vit eldast? – partur 2
Heima sum longst” krevur meira enn praktiska hjálp. Tað krevur eisini eitt lív við innihaldi,
virkisføri og tilknýti til onnur menniskju.
Í fyrru greinu spurdi eg, um visjónin “heima sum longst” veruliga er ein visjón – ella bara ein neyðloysn. Niðurstøðan er greið: Uttan nøktandi røktarheimspláss og fígging gerst visjónin ein óvirðilig skipan.
Men tað er ein onnur síða av sama máli, sum vit ikki sleppa undan at tosa um: Hvat skal lívið snúgva seg um, tá arbeiðslívið endar?
Meira enn eitt arbeiði
Vit tosa ofta um tørvin á røkt, hjálp og tænastum. Men vit tosa ikki um tað, sum hvørvur, tá fólk fara úr starvi.
Eitt arbeiði er ikki bara ein inntøka. Tað er ein strukturur, ein felagsskapur og ein kensla av at vera til nyttu. Tað er júst hetta, sum liggur í orðunum “Ver virkin, ver saman, ver hugbundin”, sum vit kenna frá ABC fyri sálarheilsu. Tá arbeiðslívið endar, hvørva hesi viðurskifti ofta eisini, og tá er eingin skipan, sum tryggjar, at tey koma aftur.
Einsemi er ikki bara ein kensla
Vit vita í dag, at einsemi ikki bara er tungt – tað er beinleiðis heilsuskaðiligt. Gransking vísir, at einsemi kann økja vandan fyri bæði likamligum og sálarligum sjúkum. Einsemi hevur somu neiligu árin á heilsuna, sum aðrir kendir vágafaktorar.
Hetta eigur at fáa ávaringarljósini at blinka. Tí eitt samfelag, sum skipar seg soleiðis, at fólk gerast óvirkin og einsamøll, framleiðir samstundis sínar egnu trupulleikar – sínar egnu “kundar” til heimatænasturnar.
Fráfaringaraldur – ein óumhugsað skipan
Í Føroyum hava vit framvegis í stóran mun ein fráfaringaraldur. Tað er ikki torført at skilja hví. Í einum lítlum samfelagi kann tað vera bæði menniskjaliga og sosialt tungt at taka samrøðuna við eldri starvsfólk um, at tey kanska ikki longur megna arbeiðið, ella at tíðin er komin at gevast. Ein fastur fráfaringaraldur ger tí støðuna einfaldari fyri arbeiðsplássini.
Men avleiðingin er, at vit hava skapt eina skipan, sum automatisk leggur lívið um hjá fólki á einum ávísum aldri. Ikki tí tey ikki megna meira. Men tí skipanin sigur tað.
Spurningurin er, um hetta altíð er ein skilagóð loysn.
Arbeiðslív í nýggjum líki
Tørvur er á nýhugsan. Kanska skuldi útgangsstøðið verið, at fólk halda fram at arbeiða – so leingi, sum tey megna og vilja. Ikki við somu krøvum sum fyrr, men við møguleika at tillaga arbeiðstíð, uppgávur og ábyrgd. Hetta hevði givið meiri innihald í lívinum, betri sálarliga heilsu og hevði minkað um trýstið á røktarskipaninar. Allarhelst hevði hetta eisini givið okkum eitt ríkari samfelag.
Tá arbeiðslívið endar – hvat so?
Men um vit velja at halda fast í einum fráfaringaraldri, so sleppa vit ikki undan at spyrja, hvat vit so skulu bjóða í staðin. Tað er ikki nokk at siga, at fólk skulu “vera saman”. Tey mugu eisini vera virkin, og tey mugu vera hugbundin. Við øðrum orðum: Tað, sum arbeiðið gav, má finnast aftur onkra aðrastaðni.
Hetta kundi verið eitt skipað sjálvboðið arbeiði, parttíðaruppgávur, lærlinga og mentorleiklutir ella felagskapir við veruligum endamáli. Verulig tilboð, eins og ein hugburður um, at ein eigir at luttaka, um likamligi førleikin loyvir tí.
Ein visjón krevur dirvi
“Heima sum longst” kann vera ein góð visjón, men hon krevur, at vit tora at hugsa longri enn til røkt og tænastur. Visjónin krevur, at vit tora at spyrja, hvussu fólk liva – ikki bara hvar tey búgva.
Tí tað er ikki virðiligt at liva eitt lív uttan innihald. Ein skipan, sum tekur arbeiðið frá fólki vegna aldur uttan at geva teimum nakað annað í staðin, er ikki haldbar. Tað sæst aftur í vaksandi einsemi, óvirkni og trýsti á røktarskipanirnar. Og tann skipanin er beinleiðis í andsøgn við eina visjón um at búgva heima, sum longst.
Sylvia Thomsen
Sjúkrarøktarfrøðingur, býráðspolitikkari og forkvinna í Eldri & Býstaðir