Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.05.2026 - 16:59 Tíðindaskriv

Í ár eru 30 ár síðani, at Eyðun Nolsøe gav út sína fyrstu Solo útgávu – ein útgáva, sum taldi fleiri av teimum størstu føroysku hittunum frá nítiárunum. Nú leggur Eyðun Nolsøe Band beina kós móti Tórsfest, har publikum kann gleða seg til eina sterka røð av føroyskum klassikarum frá byrjan til enda. 

 

 

Við løgum sum Dansa, Sjalusi og fleiri øðrum slagarum hevur Eyðun skrivað seg inn í føroysku tónleikasøguna. Sum oddamaður í Frændur og seinni sum soloartistur hevur hann í fleiri áratíggju verið ein av mest eyðkendu røddunum á føroyska tónleikapallinum. 

Eyðun er kendur fyri sínar fangandi melodiir, sterku føroysku tekstir og eina heilt serliga nærveru á pallinum, sum framvegis savnar fleiri ættarlið frammanfyri pallin. Sangirnir eru vorðnir partur av føroysku fólkaognini, og teir verða framvegis sungnir við fullari megi kring landið. 

Á Tórsfest verður talan um eina framførslu við bæði nostalgi, nærveru og góðum hýri, tá Eyðun Nolsøe saman við sínum vælspælandi bólki fer at levera eina hittparadu við sangum, sum nærum allir føroyingar kenna.

Tórsfest gleðir seg at bjóða einum av teimum stóru føroysku tónleikanøvnunum á pall og ivast ikki í, at hetta verður ein av teimum framførslunum, sum fara at skapa heilt serligar løtur saman við áhoyrarunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast