Lýsing
Lýsing
Lýsing

"Heima sum longst" – ein virðilig visjón uttan ætlan

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  18.05.2026 - 16:02 Politikkur Tíðindaskriv

Greinarøð: Hvussu vilja vit eldast? – partur 1

 


Tá eldri fólk verða verandi heima av neyð er spurningurin, um “heima sum longst” er ein visjón ella ein neyðloysn. "Heima sum longst" er ein orðing, sum vit finna í lógini um heimatænastu til eldri borgarar.

Orðingin ljóðar bæði heit, menniskjalig og røtt. Flestu okkara munnu ynskja júst hetta, at vit sleppa at búgva í egnum heimi so leingi, sum umstøðurnar loyva tí. Tískil er tað ikki so løgið, at eldrasamstørvini kring landið hava tikið orðingina til sín sum eina visjón. Men er hendan visjónin stuðlað í eini veruligari ætlan? Sum støðan í løtuni vísir seg at vera, so er svarið eitt greitt nei.


Ein óhaldbar gongd
Í praksis síggja vit eina gongd, sum er um at gera væl meintu orðini til ein marrudreym hjá teimum, ið hava tørv á røktarheimsplássi og hjá teirra avvarðandi. Jú, fólk gerast eldri og eldri, tá tey flyta inn á røktarheim, men orsøkin til hetta er ikki, at tey megna at verða verandi heima longri enn fyrr.

Orsøkin er, at vit hava fleiri eldri, men ikki fleiri røktarheimspláss. Tá tey endiliga fáa eitt pláss, so er tað oftast eftir at hava staðið á einum akuttum bíðilista í langa tíð, tí støðan er vorðin fultkomiliga óúthaldilig.


Trýst á familjur
Hendan gongdin hevur avleiðingar – ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri avvarðandi. Vit síggja í dag familjur, sum eru trýstar til tað ýtarsta. Tær stríðast við at fáa gerandisdagin at hanga saman við arbeiðslívi, ommu- og abbabørnum, samstundis sum tey hava ábygd fyri sínari gomlu mammu ella gamla pápa, ið als ikki longur klára seg uttan hjáveru allan sólarringin.


Óvirðiligar umstøður
Tað tykist, at fleiri og fleiri eldri verða innløgd vegna ósámuligar heimaumstøður. Onkuntíð eru tey dottin, hava blá merki og koma inn til pínuviðgerð. Oftast hava tey brotið seg sundur og tørvur er á bæði skurðviðgerð og uppvenjing. Og vit vita, at hesi sjáldan endurvinna allan førleikan aftur.

Vit síggja eisini tilburðir, har eldri fólk hava ligið leingi á gólvinum, áðrenn tey verða funnin. Hesi
hava tá fingið vøddaskaða av at liggja ov leingi uttan at kunna flyta seg (rabdomylolyse). Hetta eru
beinleiðis óvirðiligar umstøður.


Kommunal ábyrgd uttan fígging
Í 2015 var eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita. Økið er fíggjarliga tungt og tekur í flestu førum ein fjórðing av samlaðu fíggjarætlanini. Nøktandi fígging av økinum fylgdi ikki við frá landi til kommunur, tá økið bleiv lagt út, og kommunurnar hava ikki megnað at lagt nøktandi íløgur í
økið.

Avleiðingarnar eru langir bíðilistar, sum í dag als ikki snúgva seg um, hvør eigur tørn, men um himmalrópandi akuttar tørvir, ið skulu vigast og avgera, hvør sleppur inn. Oftast er støðan beinleiðis kritisk og fólk mugu metast at búgva heima “undir ósámiligum korum”, sum er ein nógv minni kendur setningur úr somu lóg, sum “heima, sum longst”, hóast hann hevur sama gildi.

Tí mugu vit spyrja: Hvør var ætlanin, tá man orðaði “heima sum longst” í lógina?

Um hetta skal vera meiri enn ein vøkur orðing, so krevur tað eina týðuliga allýsing: Hvat vil tað siga, at kunna búgva heima? Hvar gongur markið ímillum sjálvbjargni og ótryggleika? Og hvør hevur ábygdina, tá hetta markið verður brotið?


Ein neyðloysn – ikki ein visjón
Um málið er, at fólk skulu búgva í egnum heimi so leingi, sum gjørligt, so mugu vit samstundis tryggja karmarnar fyri, at hetta er bæði forsvarligt og virðiligt. Vit mugu tora at seta greið mørk fyri, nær eitt menniskja ikki longur eigur at bera ábyrgdina av egnum lívi einsamalt – og samstundis hava neyðugu tilboðini klár, tá tað markið er rokkið.

Tí veruligi spurningurin er ikki, um vit ynskja, at fólk skulu vera heima, sum longst. Tað ynskja vit øll. Spurningurin er, hvussu leingi er “sum longst” – og undir hvørjum umstøðum?

Í dag tykist svarið at vera, at fólk skulu vera heima til støðan er vorðin óhaldbar. Tað er ikki ein virðilig visjón. Tað er ein neyðloysn.


Er tíðin búgvin til kjak?
Skulu vit taka orðini “heima sum longst” í álvara, krevur tað meira enn góðar ætlanir. Tað krevur politiskt dirvi, greiðar raðfestingar og eina heildartilgongd, har vit ikki bara hyggja at røkt, men eisini at, hvussu fólk kunnu varðveita virkisføri, sjálvbjargni og tilknýti til samfelagslívið sum longst.


Loysnirnar eru fleiri og krevja eitt størri kjak, sum eg fari at venda aftur til. Men fyrsta stigið má vera, at vit tora at spyrja, um verandi gongd veruliga er haldgóð.


Sylvia Thomsen
Sjúkrarøktarfrøðingur,
býráðspolitikari og forkvinna í Eldri&Bústaðir

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett