Atlantic Fair – 25 ár á baki
Í morgin 19. mai letur stóra vinnumessan Atlantic Fair upp dyrnar fyri tólvtu ferð. Meira enn 180 fyritøkur úr 14 londum luttaka á messuni, sum enn einaferð savnar vinnulívið kring Norðuratlantshav í Klaksvík
Í ár eru 25 ár liðin, síðan fyrsta messan varð hildin undir navninum North Atlantic Fish Fair. Fyrsta messan varð hildin í Runavík, og seinni hevur messan eisini verið hildin í Havn. Í 2011 flutti Atlantic Fair til Klaksvíkar, har hon hevur verið síðani, og verður hetta áttanda ferðin, at messan verður hildin í Norðoyggjum.
Aftur hesaferð verður tað løgmaður, sum setur Atlantic Fair. Hesaferð er tað Beinir Johannesen, og verður hann sætti løgmaðurin, ið setur messuna. Almenn setan verður klokkan 10.30 týsmorgunin.
Umframt stóru framsýningina verður eisini ein fjølbroytt fyrilestrarskrá við 12 spennandi fyrilestrum.
Nýggi vinnumálaráðharrin, Jacob Vestergaard, leggur fyri við fyrilestrinum “Føroyar sum vinnutjóð í Norðuratlantshavi”.
Fyrilestrarnir í ár varpa ljós á vinnulív, gransking, tøkni, orku og fiskivinnu. Á skránni eru evni sum føroyskt vinnulív í Norðuratlantshavi, menning innan skipaídnað og landstreym, talgildar loysnir til havnir, gransking og útbúgving sum grundarlag undir nýggjum vinnumøguleikum, umhvørvisvinarligur fiskiskapur og grøna orkuskiftið í Føroyum. Eisini verður sjóneykan sett á menningina hjá føroyskum fyritøkum og framtíðarætlanir innan hotell- og vinnulív í Klaksvík.
Við bæði stórari framsýning og spennandi fyrilestrum gevur Atlantic Fair vitjandi eina góða fatan av teimum møguleikum og avbjóðingum, sum føroyskt vinnulív stendur yvir fyri – bæði í dag og í framtíðini.
Meira fæst at vita um Atlantic Fair á heimasíðuni www.fair.fo