Upptakt: B68-KÍ
KÍ skal í dag royna seg á Svangaskarði móti B68, sum fyrr í ár hevur argað fleiri topp 5 lið.
B68 var einasta botn 5 lið, sum í 2025 fekk stig móti einum topp 3 liði, tá B68-KÍ endaði 3-3. Í ár hevur kappingin verið heilt øðrvísi, har botn 5 liðini hava fingið stig í nógvum dystum móti topp 5. B68 hevur vunnið á HB, spælt javnt móti Víkingi og verið nær við at fingið stig móti NSÍ. KÍ hevur sett stig til móti EB/Streymi, AB og Skála. Hesaferð verður talan um eitt úthvílt B68-lið, meðan KÍ spældi sín higartil mest krevjandi dyst í leikferð í ár fyri fýra døgum síðani. Spennandi verður at síggja, um tað sást aftur.
Hjá B68 er fyri fyrstu ferð í eina tíð einki leikbann. Hjá KÍ manglar áleið helvtin av sterkastu uppstillingini. Teir eru Sebastian John, Gaston Tellechea, René S. Joensen, Hallur Hansson og Patrik Johannesen. Eisini er óvist, um Dávid Reynheim verður tøkur, tí hann var ikki við vegna skaða seinast.
Dysturin á Svangaskarði í dag byrjar kl. 17.15.