Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt farligt experiment at selja fiskirættindi ?

SKRIVAÐ: Hermann Oskarsson  |  15.05.2026 - 16:15 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Fróði Magnussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, heitir á føroyingar, um ikki at lurta eftir okkum, sum vilja gera enda á studningunum til ovurríku eigararnar í fiskivinnuni og alivinnuni. Í seinastu greinini í Dimmalætting kallar hann tað eitt experiment við einari av høvuðsvinnugreinum landsins. Tað tekur hann ikki úr egnum brósti, tí tað hava so mangir jarma undan honum.

 

 

Experimentið, hann sigur ikki rigga, hilnaðist í veruleikanum so væl í uppboðssølum av makreli, sild og svartkjafti fyri bara fáum árum síðan, at reiðarar og reiðaravinir hava kropp á kroppi knarrað og grenjað um tað síðani. Tað var ein djørv roynd at ganga nýggjar leiðir, fyri at loysa ein ovurdýran trupulleika. Sannleikin er at experimentið - uppboðssølurnar - riggaðu frammúr væl.

 

Helvtina av inntøkuskattinum til føroyskar og útlendskar ríkmenn


Men her er søgan um eitt annað experiment, sum eisini hevur riggað heilt óalmindiliga væl í eina hálva øld. Tað hevur ikki riggað so væl fyri teg, skattagjaldaran, men mest fyri reiðarar og politikarar.

 

Síðani mitt 1970 árini, hava fyritøkur í fiskivinnuni fingið árligar upphæddir til gávis frá Føroya Løgtingi, sum eru fíggjaðar av skattgjaldarum, og hava kostað næstan helvtina av øllum inntøkuskattinum hjá hvørjum einasta føroyingi. Fyrstu kvart øldina fingu tey gávugóðsið sum reiðan studning, og seinnu kvartu øldina fingu tey gávuna sum ókeypis fiskirættindi - fiskirættindi (og nú eisini alirættindi), sum í marknaðarsølu høvdu spart føroyska skattgjaldaranum allan landsskattin.

Hugsa tær: Tey ungu á arbeiðsmarknaðinum í dag, foreldur teirra og ommur og abbar aftrat, hava í 50 ár goldið helvtina av inntøkuskattinum beint niður í fiskivinnuna sum antin beinan ella umvegis studning. Ikki til at fjálga um lívið hjá familjuni, men til púra fremmandar stjórar og fyritøkurnar hjá teimum.

Her eru tvey dømi úr rúgvuni: Í 1985, tá studningsørskan hjá Løgtinginum var hin allarmesta, fingu fyritøkur í fiskivinnuni 45 prosent av øllum beinum skattum í gávugóðsi frá Løgtinginum.

Hitt dømi er frá 2023, tá fyritøkurnar í serliga uppsjóvarvinnu og alivinnu fingu allan samlan landsskattin í studningi, sum avsláttur av virðinum av fiski- og alirættindum. Vóru øll fiskirættindi seld á uppboðssølu, hevði tú ongan landsskatt skula goldið í 2023.

Føroyingar hava goldið landsskatt í eina hálva øld, sum mestsum allur er farin til nakrar heilt fáar ríkar eigarar og fyritøkur teirra.

Hetta átti í veruleikanum slett ikki at borið til, og tí er ikki av leið at kalla tað eitt fíggjarpolitiskt experiment í einum demokratiskum og rímiliga væl upplýstum samfelag. Eg kenni onki annað samfelag, sum hevur framt slík experiment, og er sloppið væl frá tí. Men í Føroyum hava minst trý ættarlið av politikarum samtykt hetta experimentið, ár undan ári, og skattgjaldarin hevur lagt rygg til.


Trúgva borgarligir politikarar ikki at handil riggar?


At borgarligir politikarar royna at billa tær inn, at tað er eitt experiment at selja fiskirættindi, tí at tað í veruleikanum slett ikki ber til, er eitt sindur stuttligt. Tað er sum at royna at billa fólki inn, at frælsur handil ikki ber til, og so samstundis selja somu vøru um bakdyrnar. Tí tað er av sonnum akkurát tað sum hendir. Tey billa tykkum inn at tað ikki ber landinum til at selja rættindini, men lata heldur fyritøkuna selja rættindi, sum av røttum er tín ogn!

Hugsa tær! Umframt at lata reiðarar og alistjórar tjena hundraðtals miljónir av tínar ogn, letur Løgtingið reiðarar selja hana !

Um Fróði Magnussen, ella nakar annar politikari hevði sett uppskot framm um at lata teimum ríkastu fyritøkunum í aling og uppsjóvarveiði allan landsskattin til gávis, so trúgvi eg ikki at ein hin einasti politikari hevði torað at atkvøtt fyri tí.

Men kortini hendir tað ár undan ári. Og tað eru tínir pengar.

 


Hermann Oskarsson

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið