Lýsing
Lýsing
Lýsing
Súni Selfoss og Aksel V. Johannesen. Í fjør vóru hesir báðir samdir um lønarvøkstur í krónum. Her taka teir lógvatak um lønarvøkstur í prosentum. | Mynd: Starvsfelagið

Lønargjógvin vaks 1. juni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.06.2026 - 14:58 Politikkur Tíðindi

At tey 12 fakfeløgini í lønarsemjuni vóru samd við Fíggjarmálaráðið um ein lønarkarm í prosentum heldur enn í krónum, vísir seg av góðum grundum at vera serliga til fyrimuns fyri fakfeløgini við háløntum limum, meðan fakfeløgini við lægri løntu limunum mugu finna seg í at síggja sínar limir afturúrsigldar enn eina ferð.

 

 

Tann 5. februar í ár undirskrivu 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið eina avtalu um, at lønarkarmurin fyri 1. oktober 2025 til 30. september 2026 skal vera 3,87%. Hetta vil – enn eina ferð – siga prosent heldur enn krónur.

Fakfeløgini, sum tóku undir við hesum, eru Starvsfelagið, Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Yrkisfelagið Miðnám, Farmakonomarnir, Kost- og Føðslufelagið, Yngri læknar Føroyar, Heilsurøktarafelagið, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroya Tekniska Lærarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya og PharmaDanmark.

Tann 1. juni kom so hækkingin í gildi.

Kelda, sum Norðlýsið hevur verið í sambandi við, sigur, at Starvsfelagið fer at brúka 0,23% uppá umflokkingar, so teirra limir fáa einans 3,64% í lønarhækking, meðan í t.d. Akademikarafelagnum fara øll 3,87%’ini til lønarhækkingar hjá limunum. 

Taka vit sum dømi eina tímaløn á stigi 1 hjá Starvsfelagnum, hækkar hon úr kr. 152,75 til 158,31, ið er 3,64%. Taka vit lægstu tímaløninina hjá Akademikarafelagnum upp á 216 krónur og leggja 3,87% omaná, lenda akademikararnir á 224,36 um tíman. Starvsfelagslimurin á 1. stigi fær tí kr. 5,56 meira, meðan akademikarin á 1. stigi fær kr. 8,36 meira um tíman. Munurin er kr. 2,80 um tíman í akademikaranna favør.

Taka vit so lægstu mánaðarløn, so vaks hon hjá Starvsfelagnum úr kr. 25.814,81 upp í kr. 26.754,57, ið er ein hækking upp á 3,64% og kr. 939,76. Hjá Akademikarunum vaks hon úr 37.519 upp í 38.970,99, ið er 3,87% og 1.451,99 krónur um mánaðin. Munurin í krónum er 512,23 um mánaðin, aftur í akademikaranna favør.

Hetta hendir, hóast bæði Aksel V. Johannesen, táverandi løgmaður og núverandi fíggjarmálaráðharri, og Súni Selfoss, bæði táverandi og núverandi formaður í Starvsfelagnum, ávikavist 29. juli og 31. juli í 2025 søgdu seg heldur vilja samráðast í prosentum enn í krónum.

Fyrivarni: Her skal nevnast, at bachelorar, diplomverkfrøðingar og byggifrøðingar í Akademikarafelagnum hava lægri lønir. Lønin omanfyri er fyri kandidatar. Hjá Starvsfelagnum er sæð burtur frá Sjúkraflutningstænastuni. Fyrivarni skal eisini takast fyri, at hjá Akademikarafelagnum eru nýggju lønartalvurnar ikki lagdar út enn.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…