Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Soleiðis gongur hjá ungdómsdeildini hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.06.2026 - 11:22 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eftir U-landsliðsúttøkum og úrslitum.

Tað sum kanska er mest eftirfarandi at hyggja eftir ímun til framtíðarleikarar á besta liðnum er at hyggja eftir leikarum á U-landsliðum. Tað eru nøkur fá undantøk av leikarum, sum eru komnir langt uttan at hava spælt á U-landsliðum áðrenn U21.

Vit hava niðanfyri tikið allar úttøkurnar frá U19 og niður sum hava verið í 2026 sambært heimasíðuni há FSF. Tað merkir, at hædd er ikki tikin fyri skaðum, avboðum og um t.d. leikarar afturat eru komnir við vegna avboð. Í summum førum eru somu landslið úttikin fleiri ferðir, men í onkrum føri er talan ikki um somu árgangir, og tí hava vit tikið allar úttøkur við.

Støðan hjá gentum og dreingjum minnir um hvørja aðra hjá KÍ. Við einum undantaki, so eru tveir ella tríggir leikarar á hvørjum U-landsliði. Í nøgd av leikarum í ungdómsfótbólti sum heild eigur KÍ helst at liggja á 3-4. plássi eftir HB, B36 og kanska FC Hoyvík. KÍ liggur á flestu landsliðum á 2. ella 3. plássi (ofta javnt við fleiri onnur feløg).

Í úrslitum hjá liðum, so skal ein ansa sær at leggja ov stóran týdning í onkra av deildunum. Serliga í U18 hjá dreingjum, tí har eru summir av bestu leikarunum hjá feløgum ikki partur av deildini vanliga, tí teir spæla í MeistaraDeildini, 1.deild ella 2.deild. Hjá summum feløgum luttaka summir av bestu leikarunum bara í steypakappingini og hjá summum feløgum koma summir av bestu leikarunum bara við til endaspælið, sum ikki er byrjað enn.

KÍ liggur í løtuni í topp 5 í teimum kappingum, har upplýsingar finnast um stigatalvuna. Í steypakappingini er KÍ enn við í fýra av teimum fimm kappingunum frá U18 og niður til U13.

Sí hagtøl niðanfyri sum eru frá heimasíðiuni hjá FSF.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…