Eftirsleipið á landsvegakervinum er vaksið
Eftirsleipið av viðlíkahaldinum á undirstøðukervinum hjá landinum er vaksið munandi seinastu árini. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Grími Sundstein
Sambært Landsverki varð samlaða eftirsleipið á landsvegakervinum mett til 375 milliónir krónur í samferðsluætlanini fyri 2018-2030. Nú vísir ein fyribils støðumeting, at støðan er versnað. Bara innan tunlar verður eftirsleipið mett til umleið 250 milliónir krónur.
Landsverk metir harumframt, at umleið 100 kilometrar av landsvegi hava átrokandi tørv á nýggjum asfalti. Við einum kostnaði upp á umleið 2 milliónir krónur fyri kilometurin svarar hetta til eina samlaða íløgu upp á 200 milliónir krónur.
Eisini eru fleiri brýr í ringum standi. Av teimum 249 brúnnum í Føroyum eru 20 mettar at vera í sera ringum standi. Í ár verður farið undir høvuðsumvæling av Brúnni um Streymin, og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði verður endurnýggjað.
Landsstýrismaðurin vísir á, at játtanirnar til rakstur og viðlíkahald eru ov lágar samanborið við grannalondini. Hann heldur tí, at neyðugt verður bæði at hækka árligu játtanirnar og at seta serstakar pengar av til at innheinta eftirsleipið. Ein møguleiki er at leggja eina verklagslóg fyri Løgtingið um komandi íløgur á landsvegakervinum.
